Fyrrverandi italski forsætisráðharrin Silvio Berlusconi fyrireikar seg til at fara aftur upp í politikk. Hann ætlar stutt sagt at stovna sín egna flokk.
Berlusconi legði frá sær sum stjórnarleiðari í november í fjør eftir at hava stýrt italskum politikki í mong ár, og tað er komið púra óvart á eygleiðarar, at hann ætlar sær at koma afturíaftur.
Seinasta sunnudag var lokalval í Italia, og flokkurin hjá Berlusconi, Frælsisins Fólk, stóð seg sera illa. Berlusconi hevur longu tikið avleiðingarnar.
-Tíðin er farin frá Frælsisins Fólki, og flokkurin er ikki mín flokkur longur, segði Berlusconi í gjár og legði afturat, at hann fer at stovna ein nýggjan flokk. Hann duldi ikki fyri, att hann framvegis heldur nógv av sær sjálvum.
-Eg eri tann einasti, sum kann leiða tann nýggja flokkin, segði hann.