Berlusconi fekk fongsulsdóm

Fyrrverandi forsætisráðharrin í Italia, Silvio Berlusconi (myndin), er dømdur sjey ára fongsulsrevsing, tí hann skal hava keypt sær kynsliga samveru frá eini ungari gentu og fyri at hava misbrúkt politisku støðu sína.

Somuleiðis sigur dómurin, at Berlusconi fær lívlangt forboð ímóti almennum tænastum, sum eitt nú merkir, at hann ikki longur kann lata seg stilla upp og velja til tjóðartingið.

Dómstólurin í Milano er komin við tí úrskurði, at Berlusconi hevur keypt sær kynsliga samveru frá eini skøkju, sum var yngri enn 18 ára gomul, og at hann misbrúkti álitisstarv sítt sum forsætisráðharri, tá hann royndi at forða kanningararbeiðinum hjá politiinum.

Skøkjulevnaður er ikki ólógligur í Italia, so leingi skøkjurnar eru yvir 18 ára aldur, men gentan, sum hetta rættarmálið snýr seg um, kallað “Ruby, hjartaknúsarin”, var bara 17 ára gomul, tá hon skal hava verið saman við Berlusconi.

Enn er fyrrverandi forsætisráðharrin, sum nú er 76 ára gamal, enn ikki farin inn at sita, tí umframt at nokta seg sekan, hevur hann tveir møguleikar eftir at kæra – og fer uttan iva at brúka báðar.