Berkan Otman hevur seinasta kappingarár verið høvuðsvenjari hjá besta mansliðnum, og hann hevur eisini havt høvuðsábyrgd fyri øllum dreingjaliðunum, og tað er hetta samstarvið, sum heldur fram.
Ein av uppgávunum hjá honum er at menna og geva íblástur til hjáparvenjarar í øllum aldursbólkunum.
Samstarvið millum StÍF hevur verið gott og gevandi. Berkan hevur verið íðin og málrættaður í sínum arbeiði og hevur ment hondbóltin og felagsskapin á teimum liðum, sum hann hevur havt ábyrgd av.
Berkan er 39 ár. Hann hevur drúgvar royndir sum venjari í heimlandinum Turkalandi. Hann hevur verið venjari í bestu deild í heimlandinum. Eisini hevur hann m.a. verið venjari hjá U18 landsliðnum. Hann var í fleiri ár leikari á høgum stigi í Turkalandi; var á ungdómslandsliðnum í nøkur ár.
Berkan hevur hægstu hondbóltsvenjaraútbúgvingina EHF Master Coach.
(Tíðindaskriv frá StÍF)










