Berjast móti dálking í New Dehli við smog-tornum

Nýggja 25 metur høga smog-tornið hevur 40 risastórar viftur, sum pumpa 1.000 rúmmetrar av luft um sekundið gjøgnum serlig filtur.

New Delhi stríðist ímóti dálking við 25 metur høgum smog-torini við 40 risastórum viftum. - Foto: Money Sharma/Ritzau Scanpix

Indiski høvuðsstaðurin, New Dehli, er ein av heimsins mest dálkaðu býum.

 

Tað vilja verkfrøðinarnir handan nýggja smog-tornið bøta eitt sindur um við einum 25 metur høgum bygningi. Hann skal bøta um støðuna við risastórum viftum.

 

Tað nýggja 25 metra høga smog-tornið hevur 40 risastórar viftur, sum pumpa 1.000 fermetrar av luft um sekundið í gjøgnum serlig filtur. Tað skal seta mongdina av skaðilum partiklum niður í helvt.

 

Miðsavnan av dálkandi, vandamiklum partiklum í New Dehli er 20 ferðir oman fyri markvirðið – og um veturin, tá tey 20 milliónir fólkini í býnum eru pakkað inn í tjúkt teppið av smog.

 

Tornið »er mett sum ein roynd«, segði fyrstiráðharrin í New Dehli, Arvind Kejriwal, tá tornið varð tikið í nýtslu í einum handilsøki við  Connaught Place.

 

– Vit greina dátur, og um tað er effektivt, so fara vit at byggja fleiri kring um í býnum, sigur hann.

 

Tey eru tó ymisk á máli um, hvussu væl tornini virka, sum kostar 12,5 milliónir krónur stykkið.

 

Atfinnarar siga, at um tað skal vera nóg effektivt, so skulu sera nógv torn setast upp fyri almennar pengar. Tað hevði verið betri at steðga dálkingarkelduni, halda teir. lkingarkelduni, halda teir.

 

– Latið okkum gera tað púra greitt, at hetta er nyttuleyst og spill av pengum, sigur Khartik Ganesan, sum er embætismaður í umsitingini fyri el, vatn og umhvørvi í New Dehli.

 

WHO sigur, at 14 av heimins 15 mest dálkaðu býum eru í India.

 

Í eini kanning frá 2020 í viðurkenda læknatíðarritinum Lancet stóð, at 1,67 milliónir fólk doyðu í India í 2019 av dálking. Í New Dehli snúði tað sum sløk 17.500.

 

Kina royndi okkurt líknandi, tá tey í dálkaða býnum Xian í 2018 bygdu eitt 60 metrar høgt torn. Men royndin hevur ikki breitt seg til aðrar býir.

 

/ritzau/AFP

 

 

 

 

 

 

New Delhi stríðist ímóti dálking við 25 metur høgum smog-torini við 40 risastórum viftum. - Foto: Money Sharma/Ritzau Scanpix