- Fær Miðflokkurin undirtøku ætlanini at avtaka røktarfakliga stjóran á Landssjúkrahúsinum, fara vit at berjast ímóti tí.
Tað staðfestir Vár í Gong, forkvinna í Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.
Tað hevur verið ósemja um leiðslubygnaðin á Landssjúkrahúsinum í ein mansaldur og tað endaði við eini trýstreingjaðari leiðslu við einum stjóra, einum læknastjóra og einum røktarfakligum stjóra.
Hetta var ein leiðsla sum sjúkrarøktarfrøðingarnar bardust so hart fyri, at tær hóttu við verkfalli, varð hesin bygnaðurin ikki settur í verk.
Men semja hevur ongantíð ordiliga valdað, tí tað eru summi, sum ongantíð hava sættast við hendan leiðslubygnaðin.
Av og á eru eisini royndir gjørdar at broyta hann, men sjúkrarøktarfrøðingarnir hava hvørja ferð sett føtur so hart í spenni, at ætlanirnar eru sleptar.
Halda fram at stríðast
Men nú ætlar Miðflokkurin at gera eina roynd afturat at broyta bygnaðin, so at tað verður ein einsamallur stjóri á Landssjúkrahúsinum.
Vár í Gong vil vil ikki taka sorgirnar upp á forskot og vil ikki gera tær heilt stóru viðmerkingarnar, fyrrenn hon beinleiðis sær við egnum eygum, at uppskot um hetta verður sett fram í Løgtinginum.
Men hon staðfestir, at sjúkrarøktarfrøðingarnir fara enn sum áður at berjast fyri sínari sak, tí røktarfakligi stjórin skal varðveitast.
- Vit hava onki val enn at berjast fyri honum, tí hvørja ferð ágangur hevur verið á røktarfakliga stjóran, hevur trýstið frá limunum fyri at verja hann, verið ómetaliga stórt.
Hetta er eisini ein bygnaður, sum er vanligur í londunum rundan um okkum.
Frægari grundgeving
Annars vísir hon á, at stjórin fyri Landssjúkrahúsið, er høvdið yvir læknafakliga og røktarfakliga stjóran, so heilt trýstreingjað er leiðsan ikki.
Hon sigur, at enn dugir hon ikki at síggja ein leiðslubygnað, sum er frægari enn tann, sum er og fyrrenn tað hendir, fara tey at seta seg ímóti broytingum.
- Og skal tað broytast, mugu vit fáa eina frægari grundgeving enn prinsippið við einum skipara, sum politikarar mangan taka til, tí Landssjúkrahúsið er altso ikki eitt skip, sigur Vár í Gong.
Annars hevur ljóðað, at sjúkrarøktarfrøðingar taka ikki ordiliga røktarfakiliga stjóran sum sítt umboð í leiðsluni?
- Tað hava vit eisini hoyrt um onkuntíð. Men røktarfakligi stjórin umboðar fleiri fakbólkar, so tað er ikki altíð so lætt. Kortini ræðast vit alternativið, tí hóast alt ikki er fullkomið, er halda vit, at tað er nógv betri enn at ongin røktarfakligur stjóri var.
Hon leggur afturat, at eru tað summi sum halda, at leiðslan á Landssjúkrahúsinum ikki virkar nóg væl, er tað ikki vist, at tað er røktarfakliga stjóranum, tað er galið við, so hon veit ikki, hví politikarar altíð skulu leggjast eftir honum.
Kundu sent
rokningina til
kommunurnar
Tað er ikki bara heilivágur, sum er orsøkin til at Landssjúkrahúsið aftur í ár kom í fíggjarligt óføri.
Tað staðfestir Vár í Gong, forkvinna í Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.
Tá ið orsøkirnar til støðuna á Landssjúkrahúsinum skulu greinast, hevur tað bara verðið víst á, at einasta orsøkin er, at tað er heilivágurin, sum er dýrkaður so nógv.
- Men øll tykjast at hava gloymt, at tað eisini kostar Landssjúkrahúsinum fleiri milliónir um árið at hava sjúklingar liggjandi, sum annars eru liðugt viðgjørdur og av røttum áttu at verðið útskrivaðir.
- Vit hava fingið upplýst, at talan er um einar 4-5 milliónir, sum hesi fólkini kosta Landssjúkrahúsinum.
Harafturat taka tey seingjarpláss frá sjúklingum, sum hava viðgerð fyri neyðini.
- Men hesi fólkini mugu verða liggjandi á Landssjúkrahúsinum, tí ongi pláss eru fyri teimum á røktarheimum.
Rósa eigur sín part
Vár í Gong sigur, at í Danmark, har kommunurnar hava ábyrgdina av eldrarøktini, verða rokningarnar fyri slík fólk send kommununum, tí tað eru tær, sum hava forsømt sína skyldu at útvega teimum røktarheimspláss.
Men í Føroyum er eldraøkið ikki lagt undir kommunurnar, so hendan møguleikan hevur Landssjúkrahúsið ikki.
Men undir øllum umstøðum heldur hon, at almannaráðið eigur at taka sín part av ábyrgdini fyri hesi fólkini, tí tá ið tey eru liðugt viðgjørd, hoyra tey ikki longur undir Landssjúkrahúsinum, men undir almannaverkinum.
Hinvegin heldur Vár í Gong eisini, at sjálvt um røktarheimspláss verða bygd kring landið, er tað harmiligt, at ætlanin í sama viðfangi er at niðurleggja onnur røktarheimspláss.