Tað var ein borgari á einum sambýli í Runavík, Berit Abrahamsen, sum í kvøld fekk fulla plátu í gekka-spælinum.
Fjarritari var Eva Skibenæs, og hon leiddi hegnisliga hepna borgaran gjøgnum spælið.
Høvuðsvinningurin var á 1,5 miljónir, og í kvøld var aftur høvi at deila gekka-upphæddina í teir tríggjar leyparnar.
Tað valdi Berit Abrahamsen eisini at gera.
Í øllum trimum royndunum steðgaði hjólið á 20.000 krónum, men vit kunnu av røttum siga, at her var spenningur til tað seinasta.
Tí, í seinastu royndini var hon so nær bláa leypinum, at einans tveir seymir restaðu í - so hevði hálva miljónin verið har!
Men, tað var ein fegin vinnari, sum takkaði fyri tær 20.000 skattafríu krónurnar, sum Berit Abrahamsen gjørdist ríkari í kvøld.