Bergun Kass: Sum stormur í vatnglasi

– Kjarnuvælferðin skal varðveitast, og eg tosi als ikki um at taka brúkaragjøld

– Kjarnuvælferðin skal varðveitast, og eg tosi als ikki um at taka brúkaragjøld.

 

Tað sigur Bergun Kass, býráðslimur í Havn fyri Framsókn.

 

Tað setti rættiliga eld á, tá hon í gjár úttalaði seg um eldraøkið – og tá hesin hetta varð snarað inn á brúkaragjøld.

 

– Tað er slett ikki tað, sum tað snýr seg um, sigur hon.

 

Hon vísir á, at tey ásanna, at talið av teimum eldru er vaksandi, og at talið av eldri borgarum, sum eru frískir og væl fyri, tó at teir ikki eru virknir á arbeiðsmarknaðinum longur, eisini er vaksandi.

 

– Í samgonguskjalinum royna vit at vísa á, hvussu vit kunnu koyra hetta parallelt. Fyrst og fremst skulu vit leggja orku í at nøkta bráneyðuga tørvin á ymsu økjunum. Í øðrum lagi skulu vit nýhugsa og leggja upp fyri framtíðar demografiskum broytingum, har tað verða færri á arbeiðsmarknaðinum í mun til eldri borgarar, sigur hon.

 

Bergun Kass sigur, at politikarar eiga at lyfta seg longur upp og hugsa meira langsiktað.

 

– Tá eru fólk sum eg og tú, ið hava goldið til eina pensjónsskipan alt okkara arbeiðslív, verða 67 ár, eru vit helst væl fyri, tó at vit ikki eru virkin á arbeiðsmarknaðinum. Tað sum eg royndi at vísa á var, at  her er ein marknaður, og tað kunnu fólk, sum bjóða tænastur út, hugsa um. Tað kundu verið hýruvongsførarar, fólk sum gera mat ella vaska fyri fólk ella okkurt annað. Her er ein øðrvísi tørvur, enn tað hevur verið.

 

Men tað er als ikki talan um at taka brúkaragjøld fyri tænastur, sum eru í dag, sigur hon. Og so slett ikki at fólk skulu gjalda fyri heimahjálp ella heimarøkt, sigur hon.

 

Í samgonguskjalinum hjá nýggju samgonguni í Tórshavnar býráð stendur, at samgongan raðfestir eldraøkið høgt í komandi valskeiði:

 

Fleiri átøk skulu tryggja góðan aldurdóm við virðiligum loysnum. Vit fara til verka í tveimum stigum:

 

– Fyrst og fremst leggja vit orku í at nøkta bráneyðuga tørvin á ymsu økjunum.

 

– Í øðrum lagi skulu vit nýhugsa og leggja upp fyri framtíðar demografiskum broytingum, har tað verða færri á arbeiðsmarknaðinum í mun til eldri borgarar.

 

Hóast kanningar vísa, at eldri fólk í Tórshavnar kommunu sum heild hava tað gott, so eru viðurskifti, har vit ikki eru komin á mál og ikki hava givið okkara eldru nøktandi umstøður.

 

Vit skulu veita góða og tíðarhóskandi tænastu, við høgari dygd og trygd, sum sampakkar við tað, ið  okkara eldru ynskja.

 

Fyri at gera eldraøkið viðkomandi fyri okkum øll sum borgarar og fyri at vekja áhuga og ábyrgdarkenslu, skal dentur leggjast á endurskoðan og nýhugsan í tøttum samstarvi við Eldraráðið, nærumhvørvið, avvarðandi, brúkarar, starvsfólk og fakfólk.

 

Ein størri partur eigur at snúgva seg um tilboð um fyribyrging, soleiðis at okkara eldru varðveita likamligar og sálarligar førleikarnar sum longst og harvið fáa betri lívsdygd.

 

Hetta kann gerast við at kommunan stuðlar undir verandi virksemi, so sum venjing, dagtilhald v.m. og samstarvar við og eggjar privatum og sjálvbodnum at taka stig til fleiri átøk fyri eldri.

 

Samgongan fer at veita Heilsu- og umsorgar-tænastuni bestu umstøður at samskipa og skapa dygdargóðar og haldførar tænastur, ið kunnu røkka ár fram í tíðina.

 

Vit skulu dagføra ellisheim, bústovnar og sambýli og fáa til vega tørvandi búpláss og fáa eina betri heimatænastu.

 

Vit fara at arbeiða miðvíst við at fáa til vega hóskandi vælferðartøkni innan eldraøkið.

 

Vit eiga at leggja upp til og skapa karmar fyri góðum starvsfólkaviðurskiftum, sum draga til sín dugnalig starvsfólk.

 

Neyðugt er at útvega fleiri umlættingarpláss til sjúklingar, ið eru liðugt viðgjørdir á sjúkrahúsi, eins og til at lætta um hjá avvarðandi at  røktarkrevjandi eldri, ið búgva heima.

 

Okkara eldru borgarar hava tørv á ymiskum bústaðarloysnum. Valmøguleikin eigur ikki at vera millum eini stór sethús ella eitt pláss á røktarheimi. Tí er eisini neyðugt beinanvegin at kanna tørvin á íbúðum, vardum bústøðum, umlættingarplássum og røktarheimsplássum.

 

Saman við landsmyndugleikum fer samgongan undir tilgongdina at útvega hóskandi høli til eitt hospice.

 

Eldraráðið skal hoyrast og takast við upp á ráð í eldrapolitiskum málum.