Bergun Kass ætlar sær á ting

55 ára gamla Bergun Kass verður valevni fyri Framsókn á løgtingsvalinum í ár.

55 ára gamla Bergun Kass verður valevni fyri Framsókn á løgtingsvalinum í ár.

 

Hesum boðar flokkurin frá í morgun. Flokkurin skrivar, at Bergun, ið hevur drúgvar royndir úr fíggjarheiminum og við fyrisiting, sær Framsókn sum ein pall, við sunnum og frískum stríðsanda, til framtíðar avbjóðingar fyri land og fólk.

 

– Eg havi hjartað fyri bleytu virðunum og síggi ta almennu avbjóðingina sum átroðkandi. Vit skulu stuðla undir búskaparligan vøkstur og rationalisera í almenna geiranum, við atliti til meirinntøku og við atliti til vælferð.

 

– Í tilgongdini til sjálvbjargni skal ljóskastarin setast á viðkomandi politiskt arbeiði: Fyrireika, taka skilagóð tøk og atlit, sum í størstan mun tryggja burðardygd og geva  fólkinum tryggleika um sjálvbjargni.

 

– Margfeldni er lyklaorðið - í fólkaaldri, í arbeiði, í vinnu, í útbúgvingartilboðum, í førleikum, í áhuga, í frítíðarvirksemi, í bústøðum. Ja, í øllum lívi og levnaði.

 

Bergun Kass heldur, at Framsókn hevur tíðarandan, framfýsni og virðini við sær.