Bergtikin av Føroyum

Í komandi mánaði letur Hanne Jette Guttesen upp framsýning í Smiðjuni í Lítluvík

Sjálv sigur listarkvinnan, at hon síðani fyrstu føroyavitjan sína hevur verið púrasta burtur í føroysku náttúruni og landinum sum heild.

 

- Eg varð hugtikin av føroyingum, eitt nú sterku ættarbondunum, sum knýta fólk saman, sigur Hanne Jette, sum sjálv hevur føroyskan mann.

 

- Tað næst besta er náttúran og ljósið. Sum myndlistarkvinna slepst ikki undan at fáa íblástur av náttúruni, mjørkanum, regninum og litunum, sigur Hanne Jette millum annað.

 

Fernisering verður 4. september, tá Jústinus Ejdesgaard fer at bera fram nøkur orð. Opið er til og við 10. september.