Bergtigin av enskum fótbólti

Pep Guardiola er bergtikin av ferðini og tekniska støðinum í enskum fótbólti

Spanski venjarin, Pep Guardiola, sum til dagligt venur oddaliðið í Premier League, Manchester City, er bergtikin av støðinum í enskum fótbólti. Tað hevur hann greitt frá í eini samrøðu við heimasíðuna SporsIllustrated.

 

Pep Guardiola greiðir har frá, at hann helt at enskur fótbóltur var nógv meira primitivur og fysiskur enn hann í veruleikanum er.

 

- Eg eri ógvuliga bergtikin av dygdini í enskum fótbólti. Eg havi altíð hildið at deildin hevur verið ógvuliga fysisk, men eg eri ovfarin av teknikkinum og ferðini í deildini. Tað umræður eisini tá eg síggi førleikarnar hjá teimum ensku spælarunum. Deildin eigur at hava lið við til tað seinasta í Champions League, og Ongland eigur at gera tað betri til HM, enn teir hava gjørt, sigur Pep Guardiola.

 

Pep Guardiola sigur víðari, at málsetningurin hjá enskum fótbólti skal vera at ensk feløg regluliga skulu spæla Champions League finaluna.

 

- Tað hevur ógvuliga stóran týdning fyri enskan fótbólt at fáa liðini at koma langt í Champions League. Hetta so at teir ensku leikararnir koma at royna tað, og soleiðis at teir fáa brúkt tær royndirnar. Enskur fótbóltur skal aftur til ta tíðina tá Sir Alex Ferguson førdi Manchester United til tríggjar Champions League finalur uppá fýra ár, og har Chelsea og Liverpool eisini vunnu kappingina, sigur Pep Guardiola.

 

Pep Guardiola og Manchester City spæla seinni í dag á heimavølli móti Stoke.