Bergtórur H. Bjarkhamar, sóknarprestur, verður í morgin klokkan 11 settur í sítt nýggja embæti í Hoyvíkar kirkju.
Tað verður Uni Næs, dómpróstur, ið skipar Bergtór H. Bjarkhamar í embætið í Hoyvíkar, aftaná at hann 1. august varð settur í embæti sum sóknarprestur í Suðurstreymoyar norðara prestagjaldi.
Nýggja embætið hjá Bergtóra H. Bjarkhamar merkir, at tveir sóknarprestar nú eru í prestagjaldinum. Frammanundan hevur Theodor E.D.Olsen verið sóknarprestur í prestagjaldinum síðani 2014.
Í prestagjaldinum eru bygdirnar Hoyvík, Hvítanes, Sund, Kaldbaksbotnur og Kaldbak.
Bergtórur H. Bjarkhamar hevur frammanundan verið sóknarprestur í norðstreymoyar eystara prestagjaldi í 8 ár.

Bergtórur byrjar í nýggjari sókn

