Bergtóra Høgnadóttir

Síggi í aftursvari frá Bergtóru Høgnadóttir, at hon vendir grein míni, sum eitur: “Dagurin eitur 15. september” inn á blokkin. Tað er mær ein gáta, hví fullveldisfólk altíð vilja venda øllum inn á blokkin.

Ríkisfelagsskapurin við Grønland og Danmark er so sera nógv meir enn hasar 600 milliónirnar, vit fáa frá dønum. Trupulleikin hjá Tjóðveldi og Bergtóru Høgnadóttir er, at hesi ikki hava annað at rættvísgera sín kritikk av ríkisfelagsskapinum. Av berum maktarloysi vilja tey nýta blokkin sum umbering fyri ALT.
Bergtóra Høgnadóttir tímir ikki at koma inn um ríkisfelagsskapin og hyggja eftir, hvat hesin gevur føroyingum. Til dømis kunnu føroyingar gjøgnum ríkisfelagsskapin fáa SU goldið uttan mun til, hvar í heiminum vit lesa. So kann Bergtóra Høgnadóttir nokk koma við, at vit hava eina ÚSUN skipan, sum veitir føroyingum stuðul, men hendan krevur, at ein hevur søkt um SU stuðul fyrst. Hetta er millum annað nøkur av teimum tingunum, sum Tjóðveldi vil avtaka og harvið avmarka føroyingar, sum ynskja at lesa uttanlands.
Bergtóra Høgnadóttir kemur eisini inn á máttloysið hjá okkum sambandsmonnum. Her standi eg púra spyrjandi, hvussu óseriøsur ein løgtingslimur hevur loyvi at vera. Bert tí ein flokkur ynskir annað enn loysing, so hevur hann einki stavnhald. Tað eru nógvir flokkar, sum hava onnur endamál enn loysing. Sambandsflokkurin hevur millum annað, sum stavnhald, at føroyingar skulu varðveita sítt høga livistøði. Vit hava víst á, hvussu hetta kann gerast gjøgnum ríkisfelagsskapin.
Tjóðveldi vil hava loysing, men hevur ongantíð víst føroyingum, hvussu hetta skal fíggjast. Tjóðveldi hevur ongantíð víst á, hvussu vit fíggja eina loysing frá ríkisfelagsskapinum. Hvussu verða lestrarmøguleikarnir frameftir aftan á loysing, og hvussu verður heilsuviðgerðin aftan á loysing. Tá ein flokkur ikki kann kvittera fyri, hvussu hesin ynskir at fremja aðalmál sítt, tá er hann máttleysur.
Tað vísir eisini desperatiónina í aftursvarinum hjá Bergtóru Høgnadóttir, har hon vil skýra meg sum ungling. Hetta síggi eg ikki sum eitt positivt heiti. Hetta má merkja, at Bergtóra hevur tørvað at misskreditera meg sum persón fyri at fáa síni argumentir ígjøgnum. Haldi at Føroya fólk eru betri vitandi enn at søkka niður á støðið hjá Bergtóru Høgnadóttir.
Tað kann væl vera, at Tjóðveldi vil halda fast í 14. September 1946, men vit í Sambandsflokkinum vilja, í mun til Tjóðveldi, í komandi valstríði, arbeiða við dagsins avbjóðingum fyri fólksins besta.