- Samanlagt er sølan minkað munandi, og hetta kemst ikki minst av, at vinnulívið stendur fyri meira enn helminginum av okkara umsetningi. Netsølan er vaksin nakað, og her er talan mest um tógv, spøl og leikur. Men, alt hetta dekkar verri enn so ta afturgongd, sum hevur verið í søluni annars.
Tað sigur Eyðvør Berg í Berglon í Runavík og Klaksvík. Tey hava havt opið sum vanligt í Runavík, men í Klaksvík hava upplatingartíðirnar verið nakað skerdar í eina tíð.
- Vit hava skipað arbeiðsdagin í fyritøkuni øðrvísi fyri at byrgja upp fyri smittu og smittuspjaðing, men einki av okkara starvsfólkum er farið í ALS sambært hjálparpakkanum hjá løgtinginum.
Á lønarlista hjá fyritøkuni eru umleið 28 fólk, sum svarar til eini 22 ársverk.
Eyðvør Berg vísir á, at eingi starvsfólk hava verið sjúk, men onkur hevur verið raktur av sóttarhaldi. - Vit hava valt at síggja bíðandi upp á gongdina, men tað er einki yvir at dylja, at sølan er nógv minkað, síðan Føroyar fóru niður í ferð.
Um søluna, síðan korona-kreppan tók seg upp, sigur Eyðvør Berg, at tað gjørdist rættiliga friðarligt í handunum eftir útmeldingina hjá landsins myndugleikum.
- Tað kendist, sum um fólk gjørdust ikki sørt rædd, og í handlunum gjørdist rættiliga friðarligt. Men, sum tíðin leið, sóust fleiri og fleiri fólk aftur inni á gólvinum. Vit hava alla tíðina merkt, at viðskiftafólk hava hildið fjarstøðu og hava roynt at tikið tey atlit, sum mælt hevur verið til.
Eyðvør Berg vísir á, at Berglon er ikki matvøruhandil, har fólk bara fylla upp í innkeypsvognin og gjalda fyri vøruna.
- Í okkara arbeiði skulu vit ofta vegleiða viðskiftafólk, og nú skal hetta gerast í frástøðu. Eg haldi, at okkara viðskiftafólk hava tikið hetta upp á ein skilagóðan og positivan máta.
Eyðvør Berg sigur, at tær vørur, sum fólk serliga hava spurt eftir, síðan kreppan tók seg upp, eru ikki somu vørur, sum fólk í størri mun keyptu frammanundan.
##med2##
- Sølan av arbeiðsklæðum, jakkum og øðrum slíkum er nógv minkað, tí fólk hava ikki ordiliga havt hug at royna klæðini, tey annars kundu hugsað sær at keypt.
Hon vísir á, at sølan, sum er vaksin hesa tíðina, er eitt nú borðspøl, leikutoy, perlur, tógv og ymiskt til frítíðarvirksemi annars.
- Tað merkist, at fólk hava verið heima og í øðrum føri, at foreldur kanska eru farin í bát ella úr í náttúruna við børnum. Soleiðis hava vit eisini selt onkur pør av gummistivlum og bjargingarvestum - fyri at nevna nøkur dømi um ting og lutir, sum fólk hava keypt.
Eyðvør Berg vísir á, at útróðrarvinnan í økinum, sum sjálvsagt hevur stóran týdning fyri søluna hjá Berglon, ikki hevur havt tað serliga gott hesa seinastu tíðina, tí fiskaprísirnir hava verið lágir, og óvissan í framleiðsluliðnum hevur verið stór.
- Taka vit saman um gongdina, er sølan hesa tíðina minkað munandi, og hetta kemst ikki minst av, at vinnulívið, bæði á sjógvi og landi, vanliga stendur fyri meira enn helminginum av okkara umsetningi.
##med3##
Berglon hevur selt rímiliga væl á netinum hesa tíðina, og her hevur talan mest verið um tógv, spøl og leikur, sum verður sent viðskiftafólki við postinum. - Men, alt hetta dekkar verri enn so ta afturgongd, sum hevur verið í søluni annars, leggur Eyðvør Berg aftrat.












