Bergljót Debes Hentze nýggur stjóri í Gamla Bókhandli

Tað verður sjónvarpskvinnan Bergljót Debes Hentze, sum skal stjórna H. N. Jacobsens bókahandli efit at Vagn Andersen mikudagin legði frá sær. Hann hevur verið í bókhandlinum síðani 1972 – stjóri síðani 1991.

Starvsfelagarnir hjá henni í Kringvarpinum skriva á kringvarp.fo, at kenda sjónvarpskvinnan nú aftur leitar sær til bøkurnar.

Tí Bergljót Debes Hentze er sett sum stjóri í H. N. Jacobsens Bókhandli, ella Gamla Bókhandli, sum hann vanligur verður róptur.

Hóast Bergljót Debes Hentze man verða best kend sum sjónvarpskvinna, hevur hon altíð havt stóran tokka til bøkurnar. Hon er útbúgvin bókavørður og starvaðist eisini sum bókavørður eina tíð, áðrenn hon kom í Sjónvarp Føroya at starvast. Bergljót var millum tey fyrstu, sum vórðu sett í starv í nýstovnaða sjónvarpinum 1. august 1984, og har hon verið øll árini. .

Í 2001 hevði hon farloyvisstarv sum bókavørður á Landsbókasavninum í eitt ár.

Bergljót Debes Hentze byrjar í nýggja starvinum 1. oktober.