Byggiætlanir
Sp/F Trolvirkið Bergið húsast í gomlum og ikki serliga tíðarhóskandi hølum á bryggjuni í Hvalba.
Arbeiðshølini eru umleið 216 fermetrar í tveimum hæddum. Felagið hevur søkt Hvalbiar kommunu um loyvi at taka verandi bygning niður og byggja ein nýggjan, størri og meira tíðarhóskandi bygning á økið í staðin.
Dan Thomsen, stjóri, sigur, at teir kundu hugsað sær at bygt ein bygning, sum er einar 40x17 metrar í tveimum hæddum.
- Vit vita, at føroyski trolmarknaðurin er avmarkaður – og hann verður ikki størri, nú tríggir útbjóðarar eru, samstundis sum fiskidagarnir hjá skipunum ár undan ári verða skerdir.
Stjórin sigur, at felagið eisini hugsar um útlendska marknaðin, men til tess hevur felagið brúk fyri meira nútíðarhóskandi arbeiðsumstøðum.
Kortini ivasamt
- Men tað er ikki vist, at nýggja trolvirkið verður bygt í Hvalba. Hetta veldst eisini um, hvat vit í framtíðini kunnu vænta okkum av tunlinum, sum er fullkomiliga ótíðarhóskandi og elvir okkum til nógv eyka stríð - og kostar okkum eyka pening í flutningi gjøgnum eitt heilt ár.
Hann vísir á, at tá ið felagið fær vøru við skipum, sum koma á Tvøroyri, er vøran vanliga í bingjum, men hesar bingjur sleppa ikki gjøgnum tunnilin og norður til Hvalbiar.
- Tí noyðast vit at flyta vøruna norður í smáum bilum. Hetta merkir, at flutningurin bæði tekur longri tíð, kostar okkum óneyðugt stríð og pening.
Stjórin vísir á, at tað er ikki bara trolvirkið, sum kennir sviðan av vánaligu farleiðini, men so sanniliga eisini annað vinnulív uppi á landi í Hvalba – umframt fólkið í økinum sum heild.
- Verandi tunnil er einki at bjóða fólki í 2006, nú onnur økir í landinum, sum vit her norðuri skulu kappast við, hava fingið gott samferðslunet.
Hann sigur, at røkist einki fyri einum betri tunli innan eini 2-3 ár, umhugsar Trolvirkið Bergið rættiliga at flyta virksemið til Tvøroyrar í staðin.
- Vit noyðast eisini eins og øll onnur at hugsa í krónum og oyrum, um virksemið skal rekast rationelt, leggur Dan Thomsen aftrat.
Ístak í oynni
Stjórin vísir á, at nú felagið Ístak er í oynni og ætlandi verður liðugt við at bora í desember, hevði hann hildið tað verið náttúrligt, at maskinurnar vórðu fluttar norður til Hvalbiar, soleiðis at ein betri tunnilsloysn kundi verið í ljósmála innan eini 2-3 ár.
- Í mun til, hvussu samfelagið hjá okkum nú er útbygt á samferðsluøkinum, føla vit okkum her suðuri sum rættiligir eftirbátar. Eg stúri fyri, at vit hava einki vinnulív eftir uppi á landi um okkara leiðir um eini 10 ár, um vit ikki fáa eina betri og varandi tunnilsloysn í bræði.
Hann sigur, at eitt av feløgunum, sum hevur fiskavirkisvirksemi í Hvalba, herfyri læt frætta, at felagið noyðist av við einar 400.000 krónur eyka um árið, tí farleiðin er so óhøglig og ótíðarhóskandi.
Ætlanin er at fara undir toskaaling í Hvalba, og eisini er ætlanin at byggja ein eftirskúla í økinum.
- Eg haldi, at tey fólkavaldu her suðuri áttu at trýst meira á játtandi myndugleikarnar millum valini – og ikki bara, tá ið val stundar til, og teir ynskja okkara atkvøðu. Tað gevur okkum onga betri tunnilsloysn, leggur Dan Thomsen, stjóri á Trolvirkinum Berginum, dent á.