Tað er ljósareyði oktober, og tað merkir, at kvinnur í hesum døgum varpa ljós á bróstkrabba. Ein bólkur av kvinnum, sum rópa seg Krabbakvinnurnar, blogga um, hvussu tað er at hava bróstkrabba – við øllum tí, sum hartil hoyrir. Hendan bloggin hevur Berghild B. Mittún skrivað
Berghild B. Mittún, bróstkrabbamein í mei ´16, sum 40 ára gomul
Tá eg fekk staðfest bróstkrabba í mei 2016, var eg við barn í 33. viku. Barnið varð tí tikið við keisaraskurði 6 vikur áðrenn termin, og eg varð sett í kemoviðgerð 10 dagar seinni. Tað var ein stórur skelkur fyri meg, mannin og okkara børn. Men hetta var eisini ein skelkur fyri alla familjuna, vinir og kenningar hjá okkum. Líka frá fyrsta degi aftaná, at vit høvdu fingið boðini, upplivdu vit stóra umsorgan og stuðul. Umframt at okkara allar nærmastu vóru um okkum og børnini, og vóru til óbeskriviliga hjálp, so bjóðaðu fólk sær eisini til at hjálpa við at koyra og heinta børnini frá ítrótti, sendu gávur og heilsanir, komu á vitja og komu við bollum og køkum, við lidnum døgurðum og hjálptu okkum við at mála og tapetesera og innrætta kømur, sum vit nú ikki náddu at gera sjálvi, áðrenn barnið kom hesar 6 vikurnar ov tíðliga.
Eg ivist ikki eina løtu í, at ein av høvuðsorsøkunum til, at vit sum familja og eg sum sjúklingur eru komin so væl fyri okkum, er tí, at vit allatíð hava havt so góð fólk rundan um okkum og hava fingið stóra umsorgan og hjálp frá okkara nærmastu, hesa tíðina eg var sjúk.
Ringasta at siga tað við børnini
Tann ringasta løtan var, tá ið vit skuldu fortelja børnunum, at eg var álvarsliga sjúk. Eftir at eg og maðurin vóru komin heim av LS, har vit fingu boðini um, at eg var sjúk, komu børnini heim. Tey høvdu verið hjá ommu og abba sínum, meðan vit vóru til samtaluna á Landssjúkrahúsinum.
Hvussu skuldi eg greiða teimum frá, at eg hevði krabbamein, og hvussu kundi eg siga hetta fyri teimum uttan at særa tey, tí tað vildi eg fyri alt umganga. Men tað var ongin vegur uttan um, vit máttu siga, sum var.
Eg eigi ikki orð fyri, hvussu tað kendist at sita við tveimum grátandi børnum í fanginum og einum lítlum inni í stóra runda búkinum og kenna meg so djúpt hjálparsleysa. Hetta kundi eg ikki bara fixa soleiðis uttan víðari. Hetta var verðuliga "the deep shit" og eg var orsøkin til allan óttan og sorgina, sum børn, maður, foreldur og familja nú vóru komin í. Vildi so fegin kunna sagt við tey, at tey ikki skuldu verða kedd og stúra, men tað bar bara ikki til.
Vit royndu tó at leggja dent á alt tað sum hóast alt var positivt. Vit fortaldu børnunum, at Kristján Skúli, bróstaskurðlæknin, segði, at útlitini fyri at eg skuldi gerast frísk aftur, vóru rættuliga góð, og viðgerðirnar til hetta slagið av bróstkrabba vóru serstakliga góðar. Tað, at bróstaskurðlæknin og Tórhild, sjúkrarøktarfrøðingur á bróstambulatoriinum, bjóðaðu sær til at tosa við børnini, so tey kundu fáa svar uppá allar sínar spurningar frá teimum, gjørdi sítt til, at tey skiltu betur, hví og hvat eg mátti ígjøgnum teir næstu mánaðirnar. Eg haldi, at tey tí blivu tryggari við tankan um, at eg nokk skuldi gerast frísk aftur