Bergfinnur er føddur við Gjógv tann 11. oktobur 1946. Foreldrini vóru Jacobina og Sivert Joensen. Sivert var gjáarmaður meðan Jacobina var ættað av Húsum á Kalsoynni.
Jacobina andaðist á barsilssong við Bergfinni, sum var fimta barn hjúnanna. Hini børnini vóru Mona Jensen sála, sum búleikaðist í Havn. Jógvan Nónsgjógv, sum býr við Gjógv. Marianna Sigurðardóttir sum búleikast í Íslandi og Bjarni Joensen í Esbjerg.
Bergfinnur var verandi saman við pápanum og systkjunum við Gjógv, til hann sum tvey ára gamal fór til Porkeris, til pápabeiggjan Hendrik og konu hansara Sunnuva Maria, at verða.
Bergfinnur vaks har upp saman við børnum teirra Ása sum býr í Danmark og Arni Weihe Joensen sáli, sum var løgreglumaður og búleikaðist á Glyvrum.
Bergfinnur kom at ganga 7 ár í skúla hjá Danbjørg í Porkeri. 14 ára gamal fór hann til skips við sluppini Suðurland. Eitt stutt tíðarskeið var hann við Porkeningi, áðrenn hann sum 18 ára gamal fór í smiðjulæru hjá Palla Mortensen og syni.
Hetta var eitt tíðarskeið, hvar úr var at gera við at leggja sentralhitaskipan í nýggj, so væl sum gomul hús, og kom Bergfinnur tá runt í øllum landinum sum rørleggjari.
Bergfinnur sigldi í 70ti árunum við trolara m. a. við Skálaberg og Sjúrðaberg.
Bergfinnur giftist 7. apríl 1973 við Eyðbjørg Samuelsen, dóttir Astrid og Alfred Samuelsen Tvøroyri.
Tey eiga børnini Sjúrður føddur 1974, Henrik føddur 1978 og Maibritt fødd í 1981. Eitt abbabarn er síðani komið.
Í 1981 flutti familian úr Porkeri til Søldarfjarðar. Bergfinnur arbeiddi við havnagerð og koyrdi lastbil.
Árini 1986 til 1990 var Bergfinnur plágaður av svárari sjúku, sum gjørdi at arbeiðsføri var tikið frá honum, og hann gjørdist óvirkin í fleiri ár.
Eftir áhaldandi stríð og við sjálsamari viljastyrki kom Bergfinnur aftur á arbeiðsmarknaðin, har hann treivst betur enn tað at vera fulltíðar fyritíðarpensionistur.
Frá 1997 til 2004 koyrdi hann buss hjá Bygdaleiðum. Í løtuni starvast Bergfinnur í Timburhandlinum í Runavík.
Bergfinnur er fryntligur maður og ógvuliga fittur í hondunum.
Bergfinnur hevur síðani hann kom til Søldarfjarðar verið virkin í Bønhúsinum Betel, hvar hann m. a. er deknur.
Føðingardagurin verður hildin í Sjókafeðini í Runavík leygarkvøldið 17. oktobur, frá kl.19.00.
Hjartaliga tillukku við degnum Bergfinnur, og má Guðs signing fylgja tykkum í komandi tíðum.
S.