Tað koma alt fleiri motorsúkklur til landið. Tað eru í dag umleið 350 skásettar motorsúkklur í Føroyum. Motorsúkklur koyra skjótt og brúka nógv dekk. Hjá Berg Motors hava teir nú Avon motorsúkkludekk í flestu vanligu støddum á goymslu og til kappingarførar prísir. Tað er ikki so einfalt at hava dekk til flest allar motorsúkklur á goymslu, tí tað eru so nógv sløg av motorsúkklum og í so ymiskum útgávum, sum allar brúka ymiskar støddir av dekkum og eisini eru mynstrini so ymisk.
Avon er ein gomul amerikansk dekkfyritøka, sum hevur røtur aftur til 1914. Dekkini eru kend og væl umtókt sum motorsúkkludekk. Teir framleiða eisini "specialdekk" í ymiskum støddum. Leiðari á dekksøluni hjá Berg Motors er Haldor Joensen.