Berg Motors selja nú Renault

Frá 1. juli 2009 at rokna er Berg Motors alment umboð fyri Renault í Føroyum. Síðan bilasølan VR-Bilar gavst um ársskiftið, hevur Renault einki umboð havt í Føroyum.

Fyri góðum tveimum mánaðum síðan settu Renault Danmark seg í samband við Berg Motors um at umboða teirra bilar. Síðan hava samráðingar verið millum partarnar, og nú er Berg Motors alment Renault umboð í Føroyum.


Renault hava bilar í øllum støddum. Tann minsti er Renault Twingo, síðan koma Clio, Kangoo, Modus, Mégane, Scénic, Laguna, Koleos og Espace, umframt vørubilarnar Trafic og Master sum fáast í fleiri ymiskum støddum útgávum.