Berg Motors ? Avon dekk beinleiðis frá verksmiðjuni

Hjá Berg Motors á Hálsi, ið umboða bilmerkini Mazda og Scania, eins og Avis bilaútleigan, hava teir nú í skjótt eitt ár havt egna dekksølu við dekkverkstaði. Fyritøkan innflytir Avon dekk beinleiðis úr Onglandi


Hjá teimum sum selja dekk eru tað tvey hæddarpunkt á árinum, hvat dekksølu og dekkskiftum viðvíkur. Tað er tíðarskeiðið um 1.mai, tá píkadekkini sambært lóg, skulu takast av, og tá fyrsta hálkan kemur, eftir hálvan oktober, tá aftur loyvt er at koyra við píkadekkum.
Nýggj dekksøla
Í fjør, nakað áðrenn 1.mai, lat ein nýggj dekksøla upp hjá Berg Motors á Hálsi í Havn. Leiðari á dekksøluni er Gundur Hansen, ið hevur drúgvar royndir innan dekkarbeiðið í Danmark. Á bilasøluni hjá Berg Motors hevur altíð verið eftirspurningur eftir dekkum til bilarnar hjá teirra egnu kundum.
Innflyta beinleiðis
Hendan eftirspurning hevur fyritøkan klára við at útvega dekk frá ymiskum dekksølum í landinum. Í 1996/97 byrjaðu teir so smátt at innflyta dekk og felgur til at nøkta tørvin hjá teirra egnu kundum. Síðan nýggja dekksølan lat upp í fjør, eru teir blivnir aðalumboð fyri Avon verksmiðjuna í Onglandi. Dekkini roynast sera væl, og sigast at vera tey bíligstu í landinum.
Útbyggja verkstaðin
Umframt Avon selja teir eisini dekkmerkini Toyo, Eurostone og Michelin. Felgur eru blivnar ein stórur partur av virkseminum hjá fyritøkuni. Sportfelgur í flestu støddum til øll bilmerkir og í fleiri sniðum eru altíð á goymslu. Eisini her eru prísirnir sera kappingarførir. Í dag selur fyritøkan dekk til persón og vøruvognar. Í framtíðini er ætlanin at víðka virksemi.