Berg fær 20 mió frá Blackburn

Fyrrverandi Blackburn venjarin, norski Henning Berg, fær nú 2,25 milliónir pund í endurgjaldi frá Blackburn Rovers, sum koyrdi Berg eftir bert 57 døgum í heita venjarastólinum.

 

Tað varð avgjørt í High Court í Manchester í dag.

 

43 ár gamli Hennig Berg var loystur úr starvi 27. desember, eftir at hava staðið á odda fyri Blackburn Rovers í 10 dystum.

 

Rovers helt upp á at stjóri i felagnum, Derek Ashaw, hevði tikið á seg sjálvan at avgreiða endurgjaldskrøvini við Berg, tá hesin fór av Ewood Park.

 

Blackburn skal eisini gjalda 20.000 pund til ymiskar útreiðslur.