Berføttur havnarmaður úr India sýnir fram

Eivindur í Gongini hevur í nøkur verið í India og um ólavsøkuna sýnir hann myndir fram, ið hava íblástur haðani

Eivindur hevur aftur í ár framsýning á ólavsøku í mong ár á rað, og í ár eru Stephanssons Hús á Kongabrúnni karmur um sýningina.

Myndevnini og myndirnar eru øðrvísi í ár, og ein menning er farin fram, tað er eysæð.

Nú er Eivindur farin í holt við tað, ið hann kallar Art Print. Hann teknar koltekningar, scannar á teldu, prentar út, veksur myndirnar, leggur meira á við koli og litkriti, og soleiðis heldur gongdin fram.Og fram koma myndir, ið hava fleiri søgur, men sum so ella so eru ein ringrás, ein søga.

Men tað stuttliga við íblástrinum er, at íblásturin kemur frá serligum slagi av trøum, ið eru í India, ið hava nógvar greinar, ið hava ymisk snið. Hesin vavstur av greinum sæst aftur í myndunum, men nú sum menniskju, lutir og landslag og gerandislív.

Tað er gerandislív í India kring Eivind, ið hevur hugtikið, men greinar og náttúra er eisini partur av myndunum, og Eivindur dugur væl eit greiða frá myndunum, so ein sleppur væl inn í tann hugaheim, sum hvør einstøk mynd í veruleikanum er, eftir at hava verið ígjøgnum skapandi menningina við koli, kriti og teldu.

Og heitið á framsýningini, Frá Skitsu til Lørift, er sera hóskandi, og døkku kollitirnir, við farra av litkriti ímillum, hóska væl í hvíttkálkaða kjallaranum á Kongabrúnni, eins og hvíttklæddi listamaðurin sjálvur.

Framsýningin hjá Eivindi er opin frá rá fríggjadegi klokkan, tá fernisering er klokkan 15:00. Opið er allar dagar í Stephanssons Húsi frá klokkan 14:00 og framsýningin hongur uppi til tann 3.august.