Mest óvæntaða úrslitið í dag var helst, at Portsmouth á heimavølli mátti lúta 2-0 fyri Swansea.
Í aðrar mátar gekk tað fyri tað mesta soleiðis, sum bókin fyriskrivaði, hóast tað neyvan hóskaði Aston Villa so væl, at teir mugu spæla nýggjan dyst móti Doncaster, eftir at dysturin í dag endaði málleysur.
Stóri dysturin í dag var á Old Trafford, har eitt skaðaplágað Manchester United tók móti einum eins nógv skaðaplágaðum Tottenham.
Gestirnir fingu betru byrjanina, tá Pavluchenko stútaði teir framum, men eftir langt trýst skoraðu Scholes og Berbatov innan tveir minuttir, og tann leiðslan helt sær restina av dystinum.
Úrslitini í dag
Hartlepool-West Ham 0-2
Hull-Millwall 2-0
Sunderland-Blackburn 0-0
Sheffield U-Charlton 2-1
Portsmouth-Swansea 0-2
Doncaster-Aston Villa 0-0
WBA-Burnley 2-2
Torquay-Coventry 0-1
Kettering-Fulham 2-4
Watford-Crystal P 4-3
Wolves-Middlesbrough 1-2
Chelsea-Ipswich 3-1
Manchester Utd-Tottenham 2-1