Berbatov hattrick søkti Liverpool

Sir Alex Ferguson segði undan dystinum, at uppgerðin millum Manchester United og Liverpool framvegis er tann størsta í Onglandi. Manchester United setti seg á dystin alt fyri eitt og var greitt omaná í fyrra hálvleiki. Liverpool hevði einki at bjóða uppá av álopsspæli, men tað var ikki fyrr enn stutt fyri hálvleik, at Manchester United kom á odda. Dimitar Berbatov stútaði horna í mál til hálvleiksstøðuna 1-0.

 

Í seinna hálvleiki økti Berba til 2-0 við vøkrum máli og Liverpool hevði framvegis lítið at bjóða uppá. Fimm minuttir seinni fekk Liverpool brotsspark, sum Steven Gerrard umsetti til mál. Løtu seinni javnaði sami Steven Gerrard við beinleiðis frísparki.

 

Avgerðin kom seks minuttir fyri tíð, tá Dimitar Berbatov stútaði eitt innlegg í mál til endaligu støðuna 3-2 til Manchester United.

 

- Liverpool hevði einki at bjóða uppá og hevði brúk fyri hjálp frá linjuverjanum, fyri at koma inn í dystin aftur. Edwin Van der Sar hevði onga bjargin, Paul Scholes hevði tamarhald á miðjuni og við Berba og Nani frammi vóru vit allatíð vandamiklir, sigur Sir Alex Ferguson eftir dystin.

 

Premier League:

 

Chelsea ? Blackpool 4-0 (81.min)

Manchester United ? Liverpool 3-2

Wigan ? Manchester City 0-2