Vit eru ikki til nakað fortreð fyri Bjargingarfelagið og teir eru ikki til fortreð fyri okkum.
Bjørn Á Heygum heldur, at tað er heilt burturvið, sum Guttormur Eysturoy, formaður í Bjargingarfelagnum, skuldsetur hann fyri í Sosialinum í gjár.
Guttormur Eysturoy skuldsetti Bjørn á Heygum fyri, saman við býráðsformanninum í Havn, at seta trygdina hjá havnarfólki í vanda, tí Bjørn á Heygum er uppi í einum nýstovnaum Bátafelag, sum nú eisini skal hava innvist í húsinum, sum Bjargingarfelagið heldur til í - eins og eisini greitt er frá í greinini omanfyri.
Og tað heldur formaðurin í Bjargingarfelagnum verða ovboðið av fyrst valda liminum í Føroya Løgtingi.
Men eins og Leivur Hansen sigur omanfyri, skilir Bjørn á Heygum heldur ikki petti av tí, sum Guttormur Eysturoy førir fram.
Hatta er ógvuliga ósakligt og eg eri grundleggjandi ósamdur, sigur hann.
Teir í Bjargingarfelagnum koma ongan veg við at spæla kostbarir ella við at bera seg at sum "fornermaður" smádreingir.
Teirra fram ferð er so barsnlig, at tað fáa teir onki burturúr.
Bjørn á Heygum sigur fyri tað fyrsta, at tað, hann ger sum privatmaður í Bátafelagnum, skal ikki tengjast at almennu skyldum hansara í løgtinginum.
Tað hoyrir ongastaðni heima, tí tað er heilt hvør sítt, sigur hann.
Tað, eg geri í bátafelagnum, er av berum áhuga, sum, einki hevur við mítt almenna starv at gera, sigur Bjørn á Heygum
Koyra ongan út
Og Bjørn á Heygum vísir avgjørdur aftur, at Bátafelagið ætlar at seta Bjargingarfelagið á gøtuna.
Hann heldur, at umtalaða hús er eitt tað best egnaða í øllum landinum til eitt Bátafelag og hann dugir ikki at skilja, hví Bátafelagið og Bjargingarfelagið ikki kunnu samstarva um tey, tí feløgini eru ikki hvørjum øðrum til til fortreð uppá nakran máta.
Í fyrstuni var Bjargingarfelagið eisini við uppá at samstarva við Bátafelagið um húsið.
Vit, og Býráðið, eru samd um, at ovara hæddin skal verða felags uppihaldsrúm. Hinvegin liggur útgerðin hjá Bjargingarfelagnum eins væl niðriundir.
Somuleiðis hava vit bjóða okkum til at gera húsið ístand.
Bjørn á Heygum sigur, at í fyrstuni var Bjargingarfelagið við uppá eitt slíkt samstarv.
Men brádliga var vent í holuni, og so bar onki til. Hví, veit Bjørn á Heygum ikki.
Hann sigur, at húsið er sera væl egnað til at húsa virkseminum hjá báðum feløgunum.
Men vil Bjargingarfelagið ikki samstarva, og vilja teir ikki vera undir somu lon, sum vit, er tað teirra trupulleiki
Bjørn á Heygum sigur, at Bjargingarfelagið kann illa krevja at hava eitt heilt hús fyri seg sjálvt tí tað er onki virksemi í felagnum.
Bjargingarfelagið hevur ligið steindeytt í langa tíð, og vit halda, at húsið stendur alt ov væl fyri, til bara at verða brúkt til goymslu.
Hinvegin vilja vit fegin hava meiri virksemið í húsið, so at fleiri fólk fáa gagn av tí.
Og tað fáa vit, um Bátafelagið eisini sleppur at brúka húsið.
Bjørn á Heygum sigur, at tað ber ikki til at hava felagshúsið í kjallaranum, tí hann er ov lágur.
Og av tí, at teir einki felagslív hava, men mest hava brúk fyri goymslu, halda vit, at tað er upplagt, at tey bestu hølini verða felagshøli, tí goymsla kann vera í kjallaranum, sigur hann.