Ove Heinesen, Katrin Ingolfsdóttir Gregersen, Rúni Hjelm Bjarkhamar, Heri á Rógvi, Per Martin Gregersen, Annika Katrin Joensen, Elisabeth Hansen, Eydna Lucia Nesá og Atli F. Johansen.

Ber væl til at skipa framhaldsdeild í Eysturkommunu

Í september 2023 samtykti býráðið í Eysturkommunu at seta ein bólk at kanna møguleikan fyri at skipa egna framhaldsdeild.

Ove Heinesen, Katrin Ingolfsdóttir Gregersen, Rúni Hjelm Bjarkhamar, Heri á Rógvi, Per Martin Gregersen, Annika Katrin Joensen, Elisabeth Hansen, Eydna Lucia Nesá og Atli F. Johansen.

- Bólkurin hevur síðan tá arbeitt við at lýsa og fáa greiðu á, hvat ein framhaldsdeild krevur aftrat verandi umstøðum í Skúlanum í Eysturkommunu. Nógvar hoyringar hava verið á skránni av eitt nú lærarum, næmingum og myndugleikum, og Teknistovan í Gøtu hevur hjálpt við at gera eitt skitsuuppskot av einari møguligari framhaldsdeild.

 

Tað siga tey í Eysturkommunu í dag.

 

Lagt verður aftrat, at í bólkinum vóru foreldraumboð og læraraumboð úr skúlastýrinum fyri Skúlan í Eysturkommunu, skúla- og varaskúlastjóri, trivnaðarleiðari í Eysturkommunu og lærari úr aðrari framhaldsdeild í Føroyum.

 

- Bólkurin hevur verið undir leiðslu av Lóður við Hera á Rógvu, og varð niðurstøðan handað býráðnum í Eysturkommunu mikudagin hin 6. mars. Eisini varð arbeiðið lagt fram fyri býráðslimunum, sum høvdu møguleika at seta spurningar um arbeiðið og tilgongdina til niðurstøðuna.

 

Niðurstøðan av arbeiðnum er í stuttum, at tað ber til at skipa eina framhaldsdeild í Eysturkommunu. 

 

- Arbeiðsbólkurin, sum er settur at greina skipan av egnari framhaldsdeild í Eysturkommunu, metir einki tekniskt at vera til hindurs fyri, at Eysturkommuna skipar egna framhaldsdeild. Eysturkommuna hevur góðar fortreytir fyri at skipa egna framhaldsdeild, og eingin grundgeving er funnin fyri, at tað ikki ber til.

 

Tó verður staðiliga undirstrikað, at fyritreytin fyri, at ætlanin eydnast, er, at Eysturkommuna er til reiðar at játta peningin, sum krevst til at stovna og reka eina nútímans framhaldsdeild. Umráðandi er, at kommunan bjóðar eitt tilboð, sum í minsta lagi er á sama stigi sum verandi tilboð – helst betri.

 

- Arbeiðið og niðurstøðan verða løgd fram á borgarafundi seinni í mars mánaði, har borgarar í Eysturkommunu fáa møguleika at viðmerkja og seta býráðnum spurningar um málið, siga tey í Eysturkommunu í dag.

 

 

 

Ove Heinesen, Katrin Ingolfsdóttir Gregersen, Rúni Hjelm Bjarkhamar, Heri á Rógvi, Per Martin Gregersen, Annika Katrin Joensen, Elisabeth Hansen, Eydna Lucia Nesá og Atli F. Johansen.