Reki
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Tað er onki í vegin fyri at ein lutur rekur heilt av Norðpólinum til Føroyar, hóast tað er heilt fantastiskt.
Tað eru tveir vegir, sum eskjan við urinum kann hava rikið til Føroyar.
Hjálmar Hátún, havfrøðingur á Fiskirannsóknarstovuni sigur, at Norðpólurin og Pólísurin er í støðugari drift. Pólurin melur runt við klokkuni og tað verður ovurhonds nógvur ísur spýttur suður ígjøgnum Framsund ímillum Grønland og Svalbarð.
Sostatt er væl trúligt, at eskjan við urinum er rikin suður ígjøgnum Framsund í Eysturgrønlandsstreyminum. Nakað av honum fer út í Grønlandshav og Íslandshav og soleiðis kann eskjan verða rikin til Føroyar.
Men eskjan kann eisini verða farin við streymi og vindi heilt suður í Atlantshav, líka vestur til Ný Fundlands og so eysturyvir aftur til Føroyar.
- Havstreymarnir ganga soleiðis, at tað ber væl til, at eskjan kann verða rikin til Føroyar og tað er so nógvur røringur í Pólísinum, at tað kann eisini saktans lata seg gera upp á trý ár, sigur Hjálmar Hátún.