Ber væl til at minka landsskattin munandi

VINNUDAGUR: Vit eru í eini støðu, har tað eru Føroyar og Danmark ímóti restini av verðini, sigur Kári Petersen, búskaparfrøðingur

- Tað ber væl til at avtaka landsskattin, ella í øllum førum at minka hann niður í helvt, sigur Kári Petersen, búskaparfrøðingur.
Kortini ásannar hann, at vit noyðast at krevja skatt inn fyri at fíggja okkara vælferðartænastur.
- Spurningurin er bara, hvussu vit krevja skattin inn.
Og hann kann ikki koma í tankar um nakað slag av skatti, sum er skaðiligari enn vanligur lønarskattur, leggur hann afturat.
Orsøkin er, at lønarskattur hevur beinaleiðis negativa ávirkan á bruttotjóðarúrtøkuna og útboðið av arbeiðsmegi.
Tað kemst rætt og slætt tí at tað er verri at fáa fólk til arbeiðis, tá ið tey skulu rinda næstan helmingin í skatti.
Hann sigur, at skulu vit tosa um skatt, eru tað Føroyar og Danmark ímóti restini av verðini.
- Í øllum øðrum londum eru tey skilabetri enn vit og hava ein nógv lægri lønarskatt enn vit hava.
Kári Petersen heldur, at tað ber væl til at lækka inntøkuskattin heilt munandi, kanska næstan niður í helvt.
Tilsamans rinda føroyingar 1,2 milliardir í landsskatti.
Hann vísir á, at eitt nú er skrásetingargjald av bilum nógv lægri í Føroyum enn í øðrum londum.
- Vit bera okkum at um vit eru bilaframleiðarar. Í Svøríki og í Týsklandi, har tey gera bilar, hava tey lágt skrásetingargjald fyri at ikki at oyðileggja ídnaðin í landinum. Men vit gera tað sama, hóast vit ikki framleiða bilar.
Kári Petersen heldur eisini, at sjómannafrádrátturin skal avtakast, tí hann hevur bara skaðiliga ávirkan á samfelagið.

Missa ikki hugin
Hann nevnir eisini møguleikan fyri ognarskatti og tað, bretar nevna poll-skatt, altso at skattur verður lagdur á eintaklingar.
Talan kann vera um einar 1000 krónur um mánaðin fyri hvønn skattgjaldara, ella 300 milliónir um árið.
Og so nevnir hann tilfeingisskattin, tað kundi saktans givið einar 450-500 milliónir
- Nú eru vit longu upp á gott 800 milliónir, og gevur skrásetingjøld, sjómannafrádrátturin og møguligur ognarskattur 200-300 milliónir, eru við longu uppímóti tí, sum landskatturin gevur í løtuni.
Kári Petersen sigur, at hetta eru alt skattir, sum ikki taka hugin frá fólki at arbeiða.
Tað hevði eisini bøtt munandi um keypiorkuna hjá fólki, umframt tað hevði lætt um krøvini um lønarhækkingar, ella lønartrýstið.
Men tað ber eisini til at tálma útreiðslurnar. Fyri at nevna nøkur dømi, spurdi hann, hví tað er neyðugt at hava fleiri framhaldsdeildir í fólkaskúlanum í Suðuroy og í bygdunum rundan um Skálafjørðin.
Tað sama ger seg galdandi á miðnámsskúlaøkinum, har fleiri milliónir kundu verið spardar, sigur Kári Petersen.

Ræðuliga illa klárað
Hóast Kári Petersen ásannar, at inntøkuskatturin er alt ov høgur, heldur hann ikki, at skattatrýstið í Føroyum tilsamans, er ov høgt.
Hann vísir á, at vit hava onga verju, tí ta uppgávuna røkja danir fyri okkum. Skuldu vit havt eina verju, hevði tað kostað yvir 200 milliónir.
Samstundis rinda danir einar 70-80 milliónir í lestrartuðuli og útbúgving til føroyska ungdómin. Danir rinda 15 milliardir í menningrhjálp, tað hevði svarað til 150 milliónir eftir okkara viðurskiftum og danir rinda eisini løgregluna fyri okkum.
Afturat tí fáa vit yvir 600 milliónir um árið í ríkisveiting.
- Hóast alt hetta, fáa vit ikki javnvág á fíggjarlógina, tað er heilt ræðuliga illa klárað, sigur Kári Petersen.

Ótrúliga nógv vert
Kári Petersen vísir á, at hóast vit eiga at umleggja okkara skattaskipan, er tað ómetaliga avgerandi, at vit varðveita vælferðarsamfelagið.
Hann samanber støðuna í Føroyum við USA.
- Vit rinda 900 milliónir um árið fyri heilsuverkið. Í USA er skatturin lágur, men har rinda tey sjúkratryggingar. Í USA fer 16 prosent av bruttotjóðarúrtøkuni til heilsuverkið. Í Føroyum hevði tað svarað til, at vit okkara heilsuverk skuldi kosta tvær milliardir
- So tað er ikki bara sum at siga tað, at einskilja heilsiverkið, sigur Kári Petersen.
Búskaparfrøðingurin vísir eisini á, hvussu ómetaliga stóran týdning tað hevur at vit hava ein fólkaskúla, sum gevur øllum ein møguleika at fáa eitt gott arbeiði.
- Hyggja vit eftir stóru býunum í USA eru nógv ungfólk, sum onga útbúgving fáa og har kriminalitetur er einasti útvegur. Í USA sita 2,4 milliónir fólk í fongsli alla tíðina. Tað svarar til, at tað støðugt skuldi sitið 380 føroyingar í fongsli.