Ber til at tippa B36

B36 er á tippiseðlinum hesa vikuna, men danir hava onga tiltrúgv til føroyska felagið

Danska Tipstænastan hevur sett Intertoto dystin millum B36 og KRC Genk á tippiseðilin, á tí langu, og á máltippiseðilin hesa vikuna.

Men danir hava lítla tiltrúgv til føroyska liðið, og ekspertpanelið hevur mett sannlíkið fyri, at B36 vinnur dystin til at vera 15%. Javnleikur fær 21%, meðan sigurin til belgiska liðið er mest sannlíkur, 64%.

Í oddsett fært tú 5,15 ferðir pengarnar aftur tippar tú B36 at vinna og fært rætt. Javnleikur gevur 3,50, meðan sigur til belgiska liðið bert gevur 1,30 í vinningi.