Ber til at áseta arbeiðsskapandi tilfeingisgjald?

Í Degi & Viku í kvøld, 14. februar, boðaði Katrin Dahl Jacobsen, vinnunevndarformaður vegna Javnaðarflokkin, frá, at tey mæltu til at leggja sokallað arbeiðsskapandi tilfeingisgjald á makrelin.

Sambært vinnunevndarformanninum var endamálið við tilfeingisgjaldinum fyrst og fremst at skapa arbeiði á landi í Føroyum. Tí skuldi tilfeingisgjaldið differentierast við hægri gjaldi á landingar uttanlands.

Tá ið uppisjóvarskip undir vanligum umstøðum eru farin í útlendskar havnir at landa makrel, hevur verið vanligt at gjørt hetta í onkrari ES-havn, í Noregi ella í Íslandi.

Tey sum hava fylgt við gongdini í makrelmálinum seinastu tíðina vita, at ES og Noreg longu hava boðað frá, at tey als ikki fara at taka ímóti makreli frá føroyskum skipum í ár, orsakað av ósemjuni landanna millum um býtið.

Í Íslandi fer helst at bera til at sleppa av við makrel, hóast verkfall er á mjølverksmiðjunum í løtuni. Men ivasamt er tó, um tað fer at bera til at seta hægri tilfeingisgjald á makrel landaðan í Íslandi enn á landaðan makrel í Føroyum. Orsøkin til hendan ivaspurning eru reglur í Hoyvíkssáttmálanum, sum áseta, at somu treytir skulu galda fyri virkir í Føroyum og Íslandi.

Ein annar møguleiki kann eisini vera at landa til útlendsk móðurskip á feltinum. Men tá er neyðugt við serligum undantaksloyvi frá landsstýrismanninum í fiskivinnumálum. Vanligt hevur ikki verið at geva fleiri slík loyvi.

Um fiskiskapurin fer at vignast, fara føroysk skip tí ikki at hava nógv annað í at velja, enn at leggja makrelin upp her.

Sostatt er helst eingin dugur í uppskotinum hjá Javnaðarflokkurin um arbeiðsskapandi tilfeingisgjald, tí grundgevingarnar halda ikki.

Undrunarvert, at miðlamaðurin als ikki nam við hesi viðurskifti.

14. februar 2011