Edmund Joensen, løgtingsformaður sat so hugagóður og smáflenti, tá vit ringdu at spyrja, hvat hann helt um jólagávuna, hann hevði fingið frá Óla P.
- Tú, eg siti beint nú og lúri í hana. Eitt tað stuttligasta er at sita fyri seg sjálvan við tekningunum og gruna yvir, hvussu tað ber til, at Óli mest sum altíð er langt frammanfyri politikarnar. Hann er vorðin ein sannur meistari í at avdúka sovorðið, sum politikarnir vóru púra vísir í, at ongin annar hevði lagt merki til. Tað man eftirhondini vera gingið upp fyri teimum flestu, at tað also ikki ber til at krógva seg fyri Óla P.
- Tað sermerkta við hansara tekningum er eisini, at tær altíð fara beint inn í kjarnina á einum máli, sum politikarar hava vavt í og rundan um í vikur og ofta mánaðir. Tað munnu vera fleiri við mær, sum fyrst fara eftir tekningini hjá Óla, tá tey fáa Sosialin upp í hondina, men eg má viðganga, at eg eisini geri tað, fyri at síggja hvat úrslit Óli er komin til í onkrum politiskum máli, tí tað rakar sjáldan við síðuna av.
Edmund hevur ongantíð ivast í, at tað býr ein ógvuliga rámandi politiskur analytikari aftanfyri einfaldu strikurnar hjá Óla - eitt kynstur, teknarin bara er vorðin kringari í við árunum. So tað er ikki bara tað, at tekningarnar eru stuttligar. Sum politiskar viðmerkingar eru tær eisini á sera høgum støði, heldur Edmund.
- So eg eri eisini rættiliga errin av at eiga hesi signeraðu eintøkini av Skemtbókunum. Tað verði ikki eg, sum fari at koyra tær á uppboðssølu, men tá tær einaferð í framtíðini koma undir hamaran, verður tað heilt vist onkur, sum fer at stinga