Ber ikki agg til Kaj Leo

Hóast hann koyrdur seg frá sum landsstýrismann í innlendismálum, so skilur Kári P. Højgaard væl avgerðina hjá táverandi løgmanni

- Sjálvandi var eg ikki samdur í at koyra meg til hús, men eg veit at trýstið á løgmanni var stórt. Bæði frá hansara egna flokki, frá samgongufeløgum og frá restini av politisku skipanini. So eg má siga sum er, eg beri ikki agg til løgmann, tí hann tók tí avgerð, ið hann metti var neyðuga, og trýstið var so stórt, at hann kundi ikki gjørt nakað øðrvísi.


Tað sigur Kári P. Højgaard, tinglimur fyri Sjálvstýri, um avgerðina hjá táverandi løgmanni, Kaj Leo Holm Johannesen, at koyra Kára P. Højgaard til hús fyri at tryggja frið á politiska pallinum.


Í Vikuskiftis-Sosialinum hesaferð er ein drúgv samrøða við Kára P. Højgaard, nú hann hevur boðað frá, at hann gevst í politikki. Kári hevur havt sæti á tingi síðan 2001 og í samrøðuni tosar hann millum annað um tíðina í fullveldissamgonguni, tá hann óvæntað koppaði Sámal Petur í Grund á valinum í 2002, um tí kendu fólkaatkvøðuna um kommunusamanlegging og hansara tíð sum landsstýrismaður í innlendismálum.


Til ber at keypa blaðið í sølubúðum kring landið ella lesa tað talgilt á netinum á hesi leinkjuni.