Ikki øll sluppu inn á sína dreymaútbúgving, men framvegis eru útbúgvingarpláss tøk á ávísum útbúgvingum.
Freistin at boða Fróðskaparsetrinum frá hvørt ein tekur av tilboðnum um lestrarpláss er á midnátt, meðan freistirnar fyri flestu universitetini í Danmørk er í morgin.
Tó, at fleiri ung ikki fingu tilboð um at sleppa inn at lesa úti í heimi ella í Føroyum, so eru summar útbúgvingar, ið ikki eru fullteknaðar enn.
Eitt nú Guðfrøði á Keypmannahavnar Universiteti, ymsar útbúgvingar innan sivilverkfrøði á DTU, lívfrøði á Aarhus Universiteti, journalistikk á Nord Universiteti í Bodø, Noregi og stjórnmálafrøði og altjóða viðurskifti á University of Reading í Onglandi.
Fróðskaparsetrið kunnger møgulig tøk lestrarpláss 7. august á síni heimasíðu, har tað eisini ber til at finna leinkjur og vegleiðing til hvussu søkjast kann inn á tøku útbúgvingarnar bæði úti í heimi og í Føroyum.