FUGLAFJØRÐUR
Royndirnar hjá Fuglafjarðar kommunu hesi seinastu tvey árini at vekja áhuga hjá íleggjarunum at gera íløgur í eitt matvøruvirki til uppisjóvarfisk í Fuglafirði, hava higartil ikki givið nakað ítøkiligt úrslit. Óli Samró, sum rekur Farec International, hevur eisini gjørt uppgávur fyri kommmununa og hevur ferðast uttanlands i royndunum at finna áhugaðar íleggjarar.
Sigurd Simonsen, borgarstjóri í Fuglafjarðar kommunu, sigur, at áhugi hevur verið til staðar, og umboð fyri stórar útlendskar fyritøkur hava verið og kunnað seg um viðurskiftini í Fuglafirði.
Men hvat hevur so Fuglafjarðar kommuna at bjóða møguligum útlendskum og føroyskum íleggjarum?
- Kommunan eigur byggilendi, og kommunan eigur bryggjukantin. Vit eiga eisini fjallahallirnar ella frystigoymslurnar, sum kunnu hýsa upp til 25.000 tonsum av frystum fiskavørum.
Sigurd Simonsen dylur ikki fyri, at kommunan hevur stóran áhuga í, at hesar góðu umstøður verða gagnnýttar til fulnar, og at fleiri arbeiðspláss soleiðis kunnu spyrjast burturúr.
Meiri ítøkiligt
Hóast borgarstjórin í byrjanini sigur seg ivast í, hvat marknaðarføringin av nevndu møguleikum hevur givið, heldur hann kortini, at sannlíkindini fyri, at nakað fer at spyrjast burturúr tó eru meiri ítøkilig nú, enn tey áður hava verið.
- Herfyri vóru útlendingar aftur her og vitjaðu kommunu og virkir. Hesi eru sera áhugaði í at byggja og reka eitt nútímans matvøruvirki til uppisjóvarfisk í Fuglafirði.
Borgarstjórin ásannar tó, at møguligu útlendsku íleggjarunum hevði dámað best, um íløgurnar kundu verið gjørdar saman við føroyskum íleggjarum - í tann mun, sum tað nú einaferð passar best.
Sigurd Simonsen sigur, at sambært ætlanini, sum nú liggur í kortunum, skal eitt nýtt matvøruvirki til uppisjóvarfisk byrja at taka ímóti fiski komandi ár, og virkið skal hava eina framleiðsluorku á umleið 1.000 tons um døgnið.
- Hetta er eisini tað, sum roknað verður við, at eitt tílíkt virkið skal megna fyri at verða við í kappingini við onnur virkir um tilfeingið av uppisjóvarfiski í norðurhøvum, leggur hann aftrat.
Borgarstjórin vil í løtuni ikki siga, hvørjir umrøddu útlendsku íleggjararnir eru, men sigur, at tað helst verður greitt um einar 2-3 vikur, um ætlanin fer at bera á mál.
Eisini føroyingar
Eins og umtalaðu útlendsku íleggjararnir halda, heldur Sigurd Simonsen eisini, at best hevði verið, um føroyingar eisini vóru við í ætlaðu verkætlanini í Fuglafirði. Hann heldur tað vera eitt sindur undrunarvert, um føroyingar ikki hava hug at byggja eitt virki, sum veruligur tørvur er á í Føroyum.
- Eg haldi eisini, at tað er eitt sindur óheppið, um føroysk áhugamál ikki eru við. Hetta er eisini eitt ynski hjá útlendingum, sum vilja verða við til at lyfta eitt matvøruvirkið á føtur í Fuglafirði. Trúgva føroyskir íleggjarar upp á eina slíka verkætlan, styrkir hetta sjálvsagt eisini útlendsku íleggjararnar í trúnni á, at hetta kann gerast ein góð íløga.
Sigurd Simonsen sigur, at arbeitt verður í løtuni við at tekna eitt virki á havnalagnum millum Havsbrún og Bergfrost í Fuglafirði.
- Á økinum, har ætlanin er at byggja, eru ymiskir møguleikar, og arbeitt verður við tveimum ella trimum alternativum møguleikum um plasering, leggur hann aftrat.
Borgarstjórin sigur, at talan verður um eitt 100% fullfíggjað virki, sum kann arbeiða øll uppisjóvarfiskasløg.
- Helst hevði meginparturin av makrelinum í fyrsta umfari verið rundfrystur, tí nøgdirnar eru so stórar í bestu vertíð, men á virkinum verður eisini flakaverksmiðja, sum bæði kann virka makrel, sild og svartkjaft til ymiskar matvørur.
Hann leggur dent á, at tað, sum liggur fremst, er, at ætlaða virkið fer at virka matvørur úr tí tilfeingi, sum uppisjóvarfiskur er.
Sigurd ásannar, at í løtuni eru svartkjaftakvoturnar smáar og muna lítið, men av royndum sigur hann, at svartkjaftur kann koma aftur – líka so knappliga, sum hann hvarv.
- Hetta hava vit sæð áður, leggur hann aftrat.
Nógv fráfall
Men hví hevur borgarstjórin í Fuglafjarðar kommunu so stóran áhuga í, at eitt matvøruvirki júst verður bygt í Fuglafirði?
- Tað er rætt, at eitt uppisjóvarvirki er eitt av mínum hjartamálum, eins og hetta eisini er eitt hjartamál hjá Fuglafjarðar kommunu. Uppisjóvarfiskur fer meiri og meiri til matna, og fáa vit ikki eitt matvøruvirki, fara tey skip, sum fiska hesi fiskasløg, at hava minni og minni at gera í Fuglafirði.
Sigurd Simonsen vísir á, at bæði vinnulívsfólk og kommuna hava bygt upp eitt týdningarmikið tænastuvirksemi til skip.
- Her hava vit havnaløg, trolvirki, frystigoymslu, og vit hava bæði hydraulisk verkstøð og verkstøð, sum fáast við el, eins og vit hava oljuterminal til tungolju sum tænastu til skipini.
Borgarstjórin heldur, at kunnu tey stóru uppisjóvarskipini ikki sleppa av við matfisk, verður lítið hjá teimum í framtíðini at gera á Fuglafirði. Tí hevur tað so ómetaliga stóran týdning, at vit fáa hetta matvøruvirki.
- Eg havi skilt á eitt nú norðmonnum, sum hava virkir, ið virka fløk úr uppisjóvarfiski, at fráfallið liggur um 50%, men tá samanum kemur er samlaða fráfallið helst eini 60%. Tað verður altíð ein partur av samlaðu nøgdunum, sum av ymiskum orsøkum ikki fara til matna.
Hetta vísir, heldur Sigurd Simonsen, hvussu stóran týdning tað kann hava fyri eitt ídnaðarvirki sum Havsbrún, at eitt matvøruvirki við slíkum fráfalli liggur í sama umhvørvi.
- Soleiðis, sum støðan er vorðin hjá Havsbrún, nú lutfalsliga fáar ídnaðarlandingar eru til virkið, noyðist Havsbrún at keypa stórar nøgdir av mjøl og lýsi úr útlandinum fyri at halda síni framleiðslu uppi. Hetta hevur so hinvegin givið kommununi øktar inntøkur í ymiskum gjøldum, nú farmaskip flyta hesar rávørur til Fuglafjarðar, sigur borgarstjórin.










