Ber eisini til uttan pengar

Sólfríð Fjallsbak, ið er forkvinna í Demokratia, er sjálv eitt gott dømi um at tað er gjørligt at gera seg galdandi í politikki uttan at hála stóru seðlarnar úr pengamappuni

Síðan løgtingsvalið í 1998 eru valstríðini vorðin alt meira handilskend, og niðurstøðan á kjakfundinum í Miðlahúsinum í gjárkvøldi, sum Demokratia skipaði fyri, var at tað ber til at keypa sær ein býráðssess.

Løgtingsvalið 2008 fer í søguna sum tað mest handilskenda valið í føroysku søguni. Einki mark tóktist verða fyri hvussu nógvar plakatir og lýsingar fólk valdu at gera fyri at profilera seg sjálvi.

Men samstundis er forkvinnan í Demokratia, Sólfríð Fjallsbak, eitt gott dømi um at tað ber til at gera seg galdandi í politikki, uttan at tað gerst neyðugt at hála stóru pengaseðlarnar fram.

Sólfríð Fjallsbak varð uppstillað fyri Tjóðveldi til løgtingsvalið 19. januar í ár, og fekk hon til tað valið 147 persónligar atkvøður.

Tað áhugaverda við henni var, at hon bert nýtti knappar 5000 krónur til at føra valstríð fyri, og at hon valdi at gera tað mesta á bíligasta hátt yvirhøvir gjørligt.

- Eg valdi at keypa ein bannara á Vágaportalin, skriva eitt lesarabræv, sum varð borið í hvørt hús í Føroyum, og annars at senda hondskrivaði brøv út til tey, sum eg kendi. Afturat tí so ber tað jú eisini til at brúka millum annað Myspace og Facebook til at fáa boðskapin út millum fólk, segði Sólfríð Fjallsbak.