Benzema heldur lív í vónini hjá Real Madrid

Champions League: Manchester City vann 4-3, men tað kundi verið nógv verri fyri Real Madrid

Manchester City vann í kvøld fyrru hálvfinaluna í Champions League móti Real Madrid 4-3, men tað kennist meiri sum eitt tap fyri heimaliðið og ein sigur fyri gestirnar úr Madrid, tí Manchester City skuldi havt vunnið við fleiri málum. Dysturin hevði alt, sum tú kanst forlanga av eini fyrru hálvfinalu.

 

Manchester City kom á odda 2-0 tíðliga í dystinum. Kevin De Bruyne skoraði longu aftaná tveir minuttir, og eftir 11 minuttir økti Gabriel Jesus. Hesa løtuna kundi heimaliðið økt, men tað endaði við einum máli frá Karim Benzema eftir innlegg.

 

Í seinna hálvleiki økti Phil Foden til 3-1, eftir at hava brent ein risa møguleika stutt frammanundan. Nú sá svart út hjá Real Madrid, men Vinicius Junior vendi uppgerðini við einum sonnum einmansavrikið, tá hann minkaði niður í 3-2 tveir minuttir seinni.

 

Bernardo Silva tóktist seta punktum við skotið upp í málhornið til 4-2, men aftur fekk Real Madrid eina lívlinju. Hesa ferð upp á brotsspark, eftir at bólturin fór í hondina á einum verjuspælara hjá Manchester City. Karim Benzema gjørdi ikki mætari enn at lyfta bóltin mitt í málið til 4-3.

 

Manchester City vann dystin, men iðrar seg um ikki at hava vunnið við fleiri. Real Madrid tapti dystin, men fegnast um at klára at halda lív í uppgerðini. Seinna hálvleikin verður mikukvøldið um eina viku. Í annaðkvøld spæla Liverpool og Villarreal.

 

##med2##