Bente Dalsbæk í Miðlahúsinum í dag

Eftir eitt sera væleydnað tiltak við Naser Khader í Miðlahúsinum í gjárkvøldið, fer kona hansara, tann ikki minni áhugaverda og stuttliga, Bente Dalsbæk at hava upplegg í dag kl. 15 Í dag klokkan 15 verður Bente Dalsbæk í Miðlahúsinum, har hon fer at práta um, hvussu tað er, at vera donsk kvinna og at gerast partur av einari muslimskari familju. Erliga og kjerliga fer hon at greiða frá um lívsklóku og heitu vermóðrina, sum er ein eldri trúgvandi muslimur. Eisini fer hon at hugleiða um, hvussu tað er at liva í einum tvørkulturellum hjúnarbandi.

Eftir framløguna verður kjak um leiklutin hjá kvinnum og javnstøðu.

Bente Dalsbæk er 40 ár, útbúgvin løgfrøðingur. Hon starvaðist 10 ár í Fólkatinginum, og í heyst gav hon út bókina ?Med underkop - livet med min muslimske svigermor?.