Í dag eru ymsir prísir á ymsum oljuúrdráttum hjá Effo og Magn - uttan tá talan er um diesel og bátadiesel+, har prísurin er tann sami.
Magn broytti sínar prísir leygardagin, meðan Effo broytti sínar prísir í gjár.
Hjá Effo kostar ein litur av bensini 14,20 krónur, diesel 13,30 krónur, bátadiesel 13 krónur, bátadiesel+ 13,81 krónur og húsarhaldsoljan kostar 12,56 krónur liturin.
Hjá Magn er bensinið 20 oyru bíligari enn hjá Effo og kostar 14 krónur, diesel kostar tað sama, 13,30 kr, bátadiesel kostar 12,94, bátadiesel+ kostar 13,81 og húsarhaldsoljan kostar 12,50 krónur.
##med2##
Tað er framvegis oljan til føroysku húsarhaldini, sum er dýrkað nógv mest síðani russisku innrásina í Ukraina 24. februar. Húsarhaldsoljan í Føroyum er nú 39,6 prosent dýrari hjá Effo og 38,9 prosent dýrari hjá Magn, enn hon var 24. januar.
Bensinið er hækkað 23,1 prosent hjá Effo og 21,3 prosent hjá Magn.