Verður bummgjaldið í undirsjóvartunlunum tikið av, fer tað í longdini at kosta landskassanum ímillum 12,1 og 14,1 millión í útreiðslum.
Tað hevur Fíggjarmálaráðið roknað út fyri Helga Abrahamsen, løgtingsmann, sum hevur spurt Jørgen Niclasen, landsstýrismann í fíggjarmálum, hvat tað hevði kostað landinum at avtikið bummgjøldini, og at fíggja tað við at hækka avgjaldið á bensini og diesel.
Nógv kjak hevur verið um, at tá ið tunlarnir eru goldnir, skal tað verða ókeypis at koyra. Summi siga, at tað hevur verið avtalan, men onnur siga, at soleiðis er tað ikki.
Jørgen Niclasen sigur, at í longdini kostar tað ímillum 5,1 og 6 milliónir krónur um árið at reka Vágatunnilin og í millum 7 og 8,1 milliónir krónur at reka Norðoyatunnilin.
Harumframt meta tunnilsfeløgini at tað verður neyðugt at gera ábøtur á tunlarnar fyri 58 milliónir krónur í árunum frá 2016 til 2024.
Av hesum eru tað 37 mió. kr. í tíðarskeiðinum 2016 – 2020. Fyri Vágatunnilin eru tað 20 milliónir krónur í árunum frá 2016 til 2020, og fyri Norðoyartunnilin eru tað 17 milliónir.
Jørgen Niclasen sigur, at skal hetta alt fíggjast við at hækka avgjøld á brennievni, skal hækkingin verða tilsamans ímillum 26,6 oyru og 31 oyru fyri liturin av bensini og diesel umframt mvg.
Hetta er sum støðan er nú og og við teirri ferðslu, sum er nú. Sostatt er ikki lagt upp fyri at ferðslan kann broytast, tá ið bensin og diesel verður dýrari, ella um meiri ferðsla verður, tá ið tað verður ókeypis at koyra.