Bensin ella diesel? Tað er ein spurningur, sum nógv seta sær við keyp av nýggjum bili. Tað er ikki altíð ein løtt avgerð at taka. Tað valdast so nógv, sum t.d. hvønn flutningstørv ein hevur, og hvussu nógvar kilmetrar ein koyrir um árið.
Dieselbilar eru vanliga munandi dýrari at keypa enn bensinbilar.
Ein av orsøkunum til at dieselútgávurnar eru dýrari, er í flestu førum at dieselmotorurin er dýrari at framleiða enn bensinmotorurin. Teir nýggju dieselmotorarnir koyra við turbo og sera høgum trýsti, hava intercoolara og nógv hægri kompressión enn bensinmotorar. Alt hetta setur stór kvalitetskrøv til sjálvan motorblokkin og allar mekanisku lutirnar í dieselmotorunum.
Modernaðu dieselmotorarnir hava vanliga munandi hægri snúningsmoment enn bensinmotorarnir við somu hestakreftum. Hetta ger at dieselmotorarnir eru bæði kvikir og lættir at koyra. Dieselmotorarnir koyra eisini við færri snúningum og koyra longri upp á liturin enn bensinmotorarnir.
Nógvir av nýggju dieselbilunum dálka minni enn bensinbilarnir, serliga dieselbilarnir við partikulfiltri. Dieselmotorarnir í dag kunnu als ikki samanlíknast við dieselmotorar fyri umleið 30 árum síðan, tá teir ljóðaðu sum skervknúsarar, kraftaðu lítið og illa luktandi roykur kom frá útstoytinum.
Í dag koyra sjálvt luksusbilarnir við turbo dieselmotorum við fleiri hundrað hestum og teir verða eisini nýttir til kappkoyring.
Fyrr varð sagt, at dieselmotorar eru bert gjørdir til at koyra long strekkir og eru ikki egnaðir til styttri býtúrar. Hetta er ikki heilt rætt, men var galdandi fyrr, tá teir gomlu dieselmotorarnir kondensaú innan, men soleiðis er ikki longur. Teir nýggju dieselmotorarnir hava ongar trupulleikar við kondensvatni og kunnu tí uttan nakað nýtast til vanliga býkoyring.