Benny Johansen fingið nýtt starv

Maðurin, sum ikki gjørdist landsliðsvenjari hjá Føroyum, skal nú røkja starvið, sum nýggi landsliðsvenjarin fer úr í summar

VENJARI

Eins deyð er annars breyð, plagar at verða tikið til, og hetta er ikki minst satt, tá tað snýr seg um fótbólt.
Síðsta vikan er enn eitt gott dømi um hetta. Mánadagin varð tað kunngjørt, at Henrik Larsen skal vera venjari hjá føroyska landsliðnum. Hann er nú í starvi hjá Ølstykke, sum telist millum fremstu liðini í 2. deild í Danmark, og sum hevur góðar møguleikar at flyta upp í summar.
Hósdagin varð so kunngjørt, at Benny Johansen verður nýggjur venjari hjá Ølstykke. Hann skal taka við 1. juli ella dagin eftir, at Henrik Larsen er farin úr starvinum í Ølstykke.
Fótbóltshugaðir føroyingar og ivaleyst fleiri enn teir komast við navnið Benny Johansen. Tað var við hann, at FSF næstan hevði skrivað sáttmála í vár. Men so var ov lítið í pengapunginum. FSF gjørdi av ikki at skriva undir. Farið varð at leita eftir nýggjum venjara, og eftir at onkur hevði sagt nei takk, endaði tað í hesi vikuni við, at Henrik Larsen skrivaði undir.
At FSF ikki hevði ráð til samstarv við Benny Johansen, men hevur ráð til samstarv við Henrik Larsen kann skiljast upp á fleiri mátar. Tann mest upplagdi er, at Henrik Larsen bara er í parttíðar starvi hjá FSF, meðan uppleggið til Benny Johansen var, at hann skuldi vera í fulltíðarstarvi.
Henrik Larsen hevur ikki nógvar royndir sum venjari. Tað hevur Benny Johansen. Størstu avbjóðingina hevur hann havt í FCK. Har var hann venjari frá á sumri í 1992 og inntil 30. juni í 1994 og aftur frá 6. september í 1994 og inntil á sumri í 1995. Síðani hevur hann m. a. verið venjari í Silkeborg.
Nýggi venjarin hjá Ølstykke hevur eisini vant B1903, sum er partur av FCK. Benny Johansen spældi í síni tíð við B 1903. Fleiri av teimum, sum fyri einum fimtan árum síðani vóru stuðlar undir Ølstykke liðnum, sum fleiri ferðir flutti upp, høvdu frammanundan verið í B1903.