TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Hilmar Jan Hansen gjørdi beinleiðis á Rás2 við Benjamin Heinesen hjá B36, aftaná Benjamin og liðfelagarnir høvdu tapt 3-5 ímóti Víkingi í einum framúr undarhaldandi dysti á ovara vølli í Gundadali.
Benjamin Heinesen heldur ikki, at B36 hevði uppiborið betur, tí eftir hansara tykki hevur ein ikki krav uppá stig, tá ein letur heili fimm mál inn. - Hetta er eitt súrt tap, heldur Benjamin Heinesen avgjørdur.
Tó iðrar Benjamin Heinesen seg um, at Víkingur ikki fekk okkurt reytt kort fyri onkra - eftir hansara tykki - grova takling í fyrra hálvleiki. Hann heldur eisini, at B36 hevði gott tak á dystinum ta fyrstu løtuna.
Benjamin Heinesen er tó glaður fyri hugburðin, at B36 megnaði at stríða seg inn aftur í dystin tvær ferðir, hóast teir vóru aftanfyri 0-2 og 2-4, og hann er hugtikin av blaðungu liðfeløgunum, sum hann heldur gjørdu tað framúr væl aftur í dag.