Amerikanska tíðarritið Virginia Quarterly Review hevur í seinastu útgávu gjørt eitt sindur burtur úr 28 ára gamla føroyska myndamanninum Benjamin Rasmussen.
Yvir 20 síður vísir blaðið nógvar myndir úr Føroyum, sum Benjamin Rasmussen hevur tikið.
Virginia Quarterly Review er eitt gamalt tíðarrit. Tað var stovnað í 1925 og er tí næstan 90 ára gamalt. Talan er um eitt viðurkent tíðarrit, sum hevur fingið nógvar virðislønir.
Benjamin Rasmussen er hálvur føroyingur. Hann er føddur í Baltimore og hevur millum annað búð á Filipsoyggjum og í Føroyum. Nú býr hann í Denver, har hann starvast sum myndamaður.
Hann hevur millum annað havt framsýning á Annenberg Space for Photography, og í 2010 fekk hann eina virðisløn frá Picture of the Year International
Greinin um Benjamin Rasmussen kann lesast á hesari leinkjuni: www.vqronline.org/articles/2013/summer/rasmussen-faroe/