Amerikanska Billboard skrivar um G! og veit m.a., at Benjamin og Marius fingu
plátusáttmálar á Týsklandi beint eftir framførslu á G!
Amerikanska Billboard er nýggjasti altjóða miðlin í røðini at skriva
um G! og føroyskan tónleik, eftir at hava verið á festivalinum. Billboard veit m.a., at Benjamin og Marius fingu
plátusáttmálar við ávikavist Pop Up Records og Stargazed í Týsklandi
beint eftir framførsluna á G!
Vinkulin hjá Billboard er serliga hvussu G! Festival, TUTL og Promote
Faroe Islands (løgmansskrivstovan) brúka festivalin til at fremja
útflutning av føroyskum tónleiki. Billboard nevnir eisini "Væl á veg"
prísin, sum á fyrsta sinni varð latin í ár. Prísurin er latin
av Atlantsflog til ein bólk, ið fær flogferðirnar til eina destinaton
hjá AA sponsoreraða. Tað var kendi Íslendski festivalurin Iceland
Airwaves, ið slapp at velja bólkin, og valið fall á Benjamin (Myndin), sum
sostatt kemur at spæla á festivalinum í heyst.
Myndin: Grímur Atlason frá Iceland Airwaves handar Benjamini "Væl á veg prísin", sum Atlantsflog lat fyrstu ferð í ár á G!. Prísurin er ferðaseðlar á rutunetinum hjá Atlantic, soleiðis at ein bólkur fær möguleikan at ferðast á ein festival uttanlands at spæla. Í ár var tað Benjamin sum fer at spæla á Iceland Airwaves.