Venjarin hjá Liverpool, Rafael Benitez, segði eftir samlaða tapið í gjár, at Liverpool hevur brúk fyri fýra ella fimm nýggjum spælarum. - Onkur segði at vit hava brúk fyri fýra ella fimm nýggjum spælarum. Tað eri eg meira ella minni samdur í. Liverpool er framvegis eitt ógvuliga stórt felag, men tað hevur verið ein broyting í felagnum seinastu tvey ella trý árini. Vit hava ikki kunna brúkt pengar og hava so bara roynt at klára okkum best møguligt, segði Benitez eftir dystin í gjár.
Bæði liðskiparin, Steven Gerrard og spanski framherjin, Fernando Torres, hava verið í miðlinum og sagt tað sama.
- Eg veit ikki um eg fái nakrar pengar at brúka hesu ferð. Tað finna vit útav í summar, sigur Benitez um útlitini fyri at sleppa at keypa spælarar í summar.
Rafael Benitez hevur í longri tíð verið settur í samband við Juventus, ið eins og Liverpool, hevur havt eitt vánaligt kappingarár.
- Framtíðin er Chelsea dysturin og so Hull dysturin, sigur Benitez stutt um framtíðina í Liverpool.
Rafael Benitez kom til Liverpool í 2004 frá spanska Valencia. Í fyrsta árinum sum Liverpool venjari vann hann Champions League. Àrið eftir vann hann FA Cup, men síðani hevur hann ikki megnað at vunnið nakað við Liverpool. Hann skrivaði í summar undir ein nýggjan fimm ára sáttmála.