Benitez vil hava Malouda

Enskir fjølmiðlar skriva, at Liverpool-venjarin Rafael Benitez roynir at fáa franska landsliðsspælaran Florent Malouda til felagið. Malouda spældi við á franska landsliðnum, sum kom í HM-finaluna í fjør, og dagliga spælir hann fyri franska felagið Lyon. Liverpool skal hava givið Lyon eitt boð upp á 110 milliónir krónur fyri Malouda, sum varð kosin til ársins spælara í Fraklandi seinasta kappingarár.