Rafael Benitez helt ikki, at hansara menn høvdu spælt upp til sítt besta mikukvøldið.
- Serliga fyri steðgin spældu vit ikki nóg væl. Vit mistu snøgt sagt bóltin alt ov lætt. Eftir steðgin vóru vit betri við, men vit vita, hvussu sterkir Chelsea eru í kontra-partinum, og tí máttu vit ansa eftir.
- Tað mugu vit eisini í seinnu hálvfinaluni. Tá skulu vit í øllum førum skora einaferð, og megna vit at vinna 2-0, eins og vit gjørdu í ligadystinum, so eru vit í finaluni.