Benitez úr vandasjógvi

Seinastu vikurnar hevur verið skrivað nógv um, at nýggju eigararnir av Liverpool vildu hava Rafael Benitez úr venjarasessinum. Ikki minst eftir at Benitez segði seg hava tørv á nógv meira peningi enn tað, sum eigararnir vildu geva, nú transfer-vindeygað skjótt letur upp. Sunnudagin var fundur á skránni millum Tom Hicks, George Gillet, Rick Parry og Rafael Benitez, men hesin gekk fyri seg uttan dramatikk av nøkrum slag. – Talan var um sera positivan fund, og vilja allir partar gera sítt ítarsta, felagnum at frama, verður soleiðis skrivað á heimasíðuni hjá Liverpool.