Enskur fótbóltur
Tað verður ikki bara dystast á vøllinum í sambandi við stóru dystirnar í enskum fótbólti. Bæði undan og eftir dystirnar stríðast partarnir í fjølmiðlum, og stundum verður rættiliga skotið við skørpum eftir hvørjum øðrum.
Leygardagin spældu Liverpool og Chelsea hálvfinalu í ensku FA Cup, og í sambandi við hendan dystin løddu serliga teir úr Liverpool við skørpum.
Spanski venjarin hjá Liverpool, Rafael Benitez, sum higartil ikki hevur verið tann mest kontroversielli venjarin í Onglandi, varð rættiliga bersøgin um Chelsea undan dystinum.
Benitez segði, at tað var ikki portugisiski venjarin hjá Chelsea, Jose Mourinho, sum hevur høvuðsábyrgdina av teimum góðu úrslitunum hjá Chelsea seinastu tvey árini. Tað eru hinvegin teir mongu pengarnir, sum felagið hevur at ráða yvir, og uttan milliardirnar hjá Roman Abramovich hevði Mourinho ikki fingið tey úrslitini, hann hevur fingið við liðnum.
- Tað er sera einfalt. Chelsea hevur brúkt fleiri pengar enn hini feløgini. Mourinho hevur gjørt eitt gott arbeiði, men í mínum eygum eru pengarnir lykilin til góðu úrslitini, segði Benitez við Sky Sports.
Mourinho friðarligur
Jose Mourinho, sum vanliga ikki er skorin fyri tungubandið, royndi at taka hitan av kjakinum millum feløgini, og hann helt, tað er ikki nakað serligt stríð ímillum júst Liverpool og Chelsea.
- Tá ið vit spæla ímóti teimum, er tað ofta í sera avgerandi dystum; Champions League-hálvfinalu, steypafinalu og í avgerandi dystum í Premier League. Men eg síggja teir sum eitt hvørt annað lið, tað eru ongar serligar kenslur mótvegis Liverpool, segði Mourinho við heimasíðuna hjá Chelsea undan vikuskiftinum.
Hóast hesa útsøgn, so er einki at taka seg aftur í, at Liverpool fleiri ferðir hevur forðað Chelsea í at vinna gull hesi bæði seinnu árini, og leygardagin eydnaðist tað aftur liðnum úr Beatles-býnum at steðga Chelski.
Heldur í biograf
Dystirnir ímillum Chelsea og Liverpool hesi bæði seinnu árini hava verið sera tættir. Dystirnir hava verið spennandi og dramatiskir, men fáir hava givið nakað stórt fótbóltsligt undirhald.
Danski landsliðsvenjarin Morten Olsen segði herfyri, at hann fór heldur í biograf enn at hyggja eftir Chelsea og Liverpool spæla. Hann helt, at dystirnir ímillum tey bæði stórfeløgini eru óáhugaverdir og merktir av verjuspæli.
Vónandi var Morten Olsen ikki í biografi leygardagin, tí hálvfinalan millum Liverpool og Chelsea var sera undirhaldandi. Liverpool vann dystin 2-1, og bæði liðini royndu at leypa á og gera mál. Fyrsta tíman var Liverpool omaná, men so kom Chelsea við øllum sínum krúti og trýsti Liverpool seinasta hálva tíman.
Málskjúttar hjá Liverpool vóru John Arne Riise og Luis Garcia, og málið hjá Chelsea gjørdi Didier Drogba.
Benitez legði rætta taktikkin
Eftir sigurin á Chelsea, var tað Liverpool-liðformaðurin Steven Gerrard, sum royndi at arga teir í Chelsea eitt sindur.
Mánamorgunin segði hann við The Sun, at Benitez hevði lagt júst tann rætta taktikkin ímóti Chelsea, og tí vann Liverpool dystin.
- Alla vikuna fyrireikaðu vit okkum til at spæla ímóti teimum. Teir hava spælt við diamanti á miðvøllinum, og tí vistu vit, at okkar bakkar fóru at nógv pláss í síðunum. Tað royndu vit at brúka, greiddi Gerrard frá.
- Teir royndu at spæla bóltar til álopsspælararnar, og so lata Lampard ella Essien liggja og lúra, men vit kláraðu væl at stýra dystinum, og okkara ætlan riggaði til fulnar.
Og soleiðis er tað ofta í fótbólti. Vinnarin hevur rætt, og hendan dagin vóru tað teir úr Liverpool, sum kundu breggja sær av taktiskum skili og sigri.
Í finaluni FA Cup skal Liverpool spæla ímóti West Ham, sum sunnudagin vann á Middlesbrough.