Venjarin hjá Liverpool heldur, at tveir sigrar innan fáar dagar kann verða tað, sum fer at venda skeivu gongdini hjá hansara liði. Í farnu viku vann Liverpool í Champions League, og sunnudagin sigraðu teir reyðu í lokaldystinum ímóti Everton. - Hesir sigrarnir vóru týdningarmiklir, og teir eiga at seta okkum upp til restina av kappingarárinum, sigur Rafael Benitez við BBC. Liverpool er nú nummar 5 í Premier League, men tað eru heili 13 stig fram til Chelsea á fremsta plássinum.